Siemens letur nýggjar menningardeplar upp í Danmark

Siemens Wind Power ætlar at brúka Danmark sum miðdepil fyri menning av vindmyllutøkni. Tí letur týski ídnaðarrisin upp tríggjar menningardeildir í Jútlandi.

Vindmyllufyritøkan Siemens Wind Power hevur gjørt av at lata tveir nýggjar granskingar- og menningardeplar upp í Brande og Aalborg, ein førleikadepil í Vejle og eina projektstýringarskrivstovu í Ikast.
Orsøkin er, at hópur av væl útbúnari arbeiðsmegi er í Danmark, stendur í einum tíðindaskrivi frá Siemens.
- Danmark er vorðið eitt mekka innan alheims vindorkuídna, takkað veri síni høgt kvalifiseraðu arbeiðsmegi og jaliga hugburðinum hjá donsku stjórnini. Vit ætla at gera íløgur fyri eina miljard krónur næstu tvey árini í eini víðkan av virksemi okkara í Danmark. Hetta er samstundis ein greið ábending um, at Siemens framvegis metir Danmark sum eina høvuðsæðr í virksemi sínum, sigur Jens-Peter Saul, stjóri í Siemens Wind Power Business Unit, í skrivinum.
Skulu styrkja oddasessin

Siemens Wind Power hevur meira enn 5.200 høgtútbúnar meðarbeiðarar í Danmark, og fyritøkan hevur ætlanir um at gera íløgur fyri meiri enn 150 miljónir evrur í eina víðkan av sínum vindorkuvirksemi.

- Íløgurnar í okkara nýggju granskingar- og menningardeplar fara at styrkja um oddasess okkara innan vindmyllutøkni. Gjøgnum íløgurnar í nýggju granskingar- og menningardeplarnar fara vit at kunna kanna og eftirkanna nýggjar vørur og loysnir sum Direct Drive og Quantum Blade-tøknirnar, áðrenn tær verða implementeraðar úti á feltunum, sigur Henrik Stiesdal, sum er chief technology officer í Siemens Wind Powers Business-eindini, í tíðindaskrivinum.

Siemens ætlar sær eisini at útbyggja høvuðsdeild sína í Brande fyri at kunna ganga stóra eftirspurninginum eftir frálandavindmyllum í Evropa á møti.
Nógv nýggj arbeiðspláss

Sambært Dr.dk ber ikki til at seta tal á, hvussu mong nýggj arbeiðspláss, íløgurnar fara at skapa í Danmark. Siemens sigur tó, at førleikadepilin í Vejle fer at fáa umleið 650 meðarbeiðarar longu í byrjanini av 2012, og skrivstovan í Brande fær brúk fyri umleið 200 meðarbeiðarum.

Farið verður undir at byggja nýggju granskingar- og menningardeplarnar í Brande og Aalborg í summar, og teir skulu eftir ætlan takast í brúk næsta ár.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking