Vindmyllufyritøkan Siemens Wind Power í Brande í Danmark hevur tryggjað sær ein ordra uppá 260 landvindmyllur frá Enep Green Power, ið er dóttirfelag hjá italska elfelagnum Enel S.p.A. Samanlagt er ordrin uppá níggju miljardir krónur, skrivar Ritzau-tíðindastovan.
Sambært kunningarstjóranum hjá Siemens A/S, Tanju Thorsteinsson, skulu myllurnar gerast í Brande og Aalborg.
- Hetta hevur alstóran týdning fyri hesi bæði arbeiðsplássini hjá okkum, sigur hon.
Brúk fyri 400 aftrat
Samanlagt eru 5.600 fólk í starvi hjá Siemens Wind Power í Danmark, og nýggi ordrin ber í sær, at brúk verður fyri 400 meðarbeiðarum aftrat í komandi ári.
Týsdagin kunngjørdi stóri danski vindmylluframleiðarin Vestas, at fyritøkan sendir 2.000 av sínum meðarbeiðarum í Danmark til hús, tí tað er vorðið ov kostnaðarmikið at gera vindmyllur í Danmark.
Tanja Thorsteinsson sigur, at nýggi ordrin gevur eina lítla vón til nøkur av teimum koyrdu.
- Tað er greitt, at uppsøgdu Vestas-meðarbeiðararnir hava nakrar førleikar, sum vit kunnu brúka. Men eg hvørki kann ella vil lova nakað, sigur hon.