Óhappið á kjarnorkuverkinum í Fukushima í vár minti heimin á, hvørjar kreftir eru upp á spæl, tá arbeitt verður við kjarnorku.
Hetta fær nú stóru, týsku ídnaðar- og verkfrøðingafyritøkuna Siemens at taka seg úr øllum samstarvi, ið hevur við kjarnorku at gera. Ístaðin ætlar hon nú at dúva upp á varandi orku, skrivar Spiegel.
- Hatta er ein farin tíð hjá okkum. Vit ætla ikki longur at byggja ella fíggja kjarnorkuverk, sigur Peter Löscher, stjóri í Siemens við blaðið.
Kjarnorkurisi
Siemens hevur annars verið heilt frammi í oddinum, tá tað kemur til kjarnorkuverk. Fyritøkan hevur verið við til at bygt øll 17 kjarnorkuverkini í Týsklandi.
Men hetta er fortíð nú. Peter Löscher vísir á óhappið á Fukushima í Japan - og neiligu støðuna hjá týskarum til kjarnorku - sum beinleiðis orsøkirnar til, at Siemens nú vendir kjarnorkuvinnuni bakið.
Avgerðin kann eisini vera ávirkað av avgerðini hjá týsku stjórnini um at útfasa týsku kjarnorkuverkini hetta til 2022, tá tey øll skulu vera latin aftur.
Bróta avtalu
Nýggi hugburðurin hjá Siemens fer at ávirka samstarvið hjá fyritøkuni við russisku fyritøkuna Rosatom um at byggja ikki færri enn 400 kjarnorkuverk innan 2030. Ein avtala, ið varð gjørd fyri tveimum árum síðani.
Peter Löscher hevur tó sagt, at Siemens fegin vil arbeiða saman við russum á øðrum økjum.
Siemens fer ístaðin fyri kjarnorku at brúka alla orku sína upp á varandi orkukeldur, og Peter Löscher segði við Spiegel, at hann trýr, Týskland er væl á veg ímóti máli sínum um 35 pst. orku frá natúrligum keldum innan 2020.