Siemens flytir leiðsluna til Týsklands

Leiðslan í Siemens Wind Power flytir úr Brande í Danmark til Týsklands sum lið í bygnaðarbroytingum í felagnum.

Í næstu viku fer ídnaðarrisin Siemens at avdúka, hvussu nýggja skipanin av felagnum fer at síggja út, men longu nú ganga tíðindi um, at høvuðssætið fyri vindmylluvirkseminum verður flutt úr Brande til Hamburg.

Higartil hava upplýsingarnar frá Siemens um komandi broytingarnar verið rættiliga avmarkaðar, tí ætlanin er ikki at kunngera nakað alment fyrrenn 26. september.

- Mánadagin verður tíðindafundur í Týsklandi, har greitt verður frá, hvat ið fer at henda, sigur Rasmus Windfeld, tíðindastjóri í Siemens A/S, sambært ing.dk.

Kann fáa umfatandi avleiðingar

Siemens hevur longu sagt, at sjálvt um stjórin fyri vindmylluvirkseminum, Jens-Peter Saul, higartil hevur sitið í Brande, er tað ongin trygd fyri, at hetta eisini verður so eftir næstu viku. Ógreitt er eisini í hvønn mun broytingarnar fara at raka meðarbeiðararnar í Brande, men Rasmus Windfeldt váttar, at 800 starvsfólk verða flutt av Brande-deildini til ein frálanda-førleikadepil í Vejle.

Sambært Rasmus Windfeld er eisini enn ógreitt, um Siemens fer at gera ætlaðu stóríløgu sína í Danmark upp á tilsamans eina miljard krónur, sum felagið boðaði frá í juni í ár.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking