Siemens arbeiðir við risagoymslum til vindmyllustreym

Málið er at gera vindmyllur til vindorkuverk, sum eisini kunnu veita streym í logn - og tað krevur elgoymslur uppá umleið 100 MW.

Siemens Wind Power hyggur álvarsliga at ymiskum elgoymslutøknum við tí endamáli av álvara at kunna gera vindorkuverk kappingarfør við fossil orkuverk - eisini tá ongin vindur er.

Hetta váttar stjórin í Siemens Wind Power, Jens-Peter Saul, fyri ing.dk:

- Elgoymslutrupulleikin er millum avbjóðingarnar, sum vit eru í gongd við at hyggja at í Siemens Wind Power. Enn er ov tíðliga at siga, hvørja tøkni vit fara at velja - vit hyggja framvegis í ymsar ættir, sigur hann.

Jens-Peter Saul leggur aftrat, at menning av goymslutøknum skal gerast í samstarvi við restina av Siemens-fyritøkuni, sum Wind Power í løtuni "skumpar undir" – sum hann málbar seg:

Útreiðslurnar eisini niður

- Vit kunnu ikki siga so nógv meira nú, men eg haldi, at tað skilabesta er at hyggja at stórskala-goymsluloysnum uppá umleið 100 MW ella har á leið, sigur hann.

Umframt elgoymslutrupulleikan arbeiðir danska/týska Siemens Wind Power eisini málrættað við at minka um útreiðslurnar á vindorkuverkunum.

- Men vindorka er enn ikki før fyri at taka kappingina upp við við fossil brennievni, so neyðugt er við almennum stuðuli eini tíggju ár aftrat, slær Jens-Peter Saul fast.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking