SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   SEV víðkar leiðsluna

SEV víðkar leiðsluna

SEV víðkar leiðsluna
Leiðslan í SEV verður víðkað við einum deildarstjóra afturat, sum skal hava ábyrgdina av elframleiðsluni. Talan verður um eina innanhýsis broyting, tí virksemið hjá elfelagnum er økt nógv, og nógvar verkætlanir liggja fyri framman

Leiðslan í SEV verður víðkað við einum deildarstjóra afturat, og sostatt fara tríggir deildarstjórar at mynda leiðsluna saman við stjóranum, Hákuni Djurhuus.


Talan er um eina innanhýsis broyting, sum verður sett í verk 1. apríl, tá ið Anders Nedergaard-Hansen tekur við starvinum sum deildarstjóri fyri elframleiðsluni – t.e. elverkini, vindmyllulundirnar og annars alt virksemið, sum er knýtt at elframleiðsluni. Anders Nedergaard-Hansen er í løtuni leiðari á framleiðsludeildini.


Finn Jakobsen, sum í dag røkir starvið sum deildarstjóri fyri tøkni, ið fevnir bæði um framleiðslu og net, verður deildarstjóri fyri elnetinum burturav – t.e. samskipan í kontrolrúminum millum verkini og netið umframt stýrisskipanir, koplingarstøðir, battarískipanir, kaðalføringar o.a., sum er tongt at netvirkseminum. Finn Jakobsen heldur eisini fram sum rakstrarleiðari, ið hevur ovastu ábyrgdina av trygdini í streymveitingini.


Umframt deildarstjórarnar fyri elnetinum og framleiðsluni er Bogi Bendtsen deildarstjóri fyri fyrisitingini.


Broytingin hevur í roynd og veru við sær, at netparturin og framleiðsluparturin verða skildir sundur í tvey sjálvstøðug leiðsluøki, eins og netið og framleiðslan longu roknskaparliga eru greinað sundur í netroknskap og framleiðsluroknskap.


- Virksemið hjá SEV er økt við fúkandi ferð seinnu árini, og nógvar verkætlanir liggja fyri framman. Nevndin hevur í eina tíð mett um støðuna og síðani saman við mær gjørt uppskot til leiðslubroytingina, sum hóskar væl til verandi støðu og framtíðina, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.


Hann vísir á, at tað er sera týdningarmikið, at bæði leiðslan og starvsfólkahópurin eru nóg væl mannað at taka við avbjóðingunum, sum koma.
Elfelagið ætlar, at øll elorkan skal fáast burtur úr varandi orkukeldum í 2030. Henda grøna kósin og vaksandi virksemið í samfelagnum sum heild hava havt við sær, at virksemið hjá SEV er økt nógv, og at nógvar týdningarmiklar verkætlanir eru settar á dagsskrá fyri at tryggja Føroyum so grøna og støðuga elorku sum gjørligt í komandi tíðum.


Sambært íløguætlanini skal elfelagið gera íløgur fyri umleið tvær milliardir krónur árini 2014-2018, og tað er ein munandi størri upphædd, enn bygt hevur verið fyri nógvu seinastu árini. Øktu íløgurnar síggjast beinleiðis aftur í virkseminum hjá elfelagnum, og leiðslan verður víðkað fyri at leggja upp fyri hesum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking