SEV við til at stovna vetnisfelagsskap

The North Atlantic Hydrogen Association var stovnað í Nuuk í gjár. SEV er ein av stigtakarunum til samstarvið, sum miðjar eftir at lata komandi ættarliðum eina reina framtíð.

Umboð úr Íslandi, Føroyum og Grønlandi stovnaðu í gjár norðurlendska vetnissamstarvið, North Atlantic Hydrogen Association - stytt NAHA. Stovnandi fundurin var í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, har m.a. SEV og Jarðfeingi vóru umboðað.

SEV og Jarðfeingi hava saman við ymsum pørtum í Íslandi og Grønlandi og við góðum stuðli úr Noreg tikið stig til at stovna felagsskapin.

Høvuðsendamálið er at geva komandi ættarliðum eitt reinari umhvørvi. Í gerandisdegnum skal NAHA verða ein felagsskapur, sum við heimasíðu, tíðindabrøvum, fundum, seminarum og workshops spjaðir vitan millum limirnar í NAHA og aðrar altjóða áhugabólkar.

NAHA skal eisini taka stig til nýggjar vetnisverkætlanir, gransking og útbúgvingartiltøk, sum hava til endamáls at menna vetnistøknina. NAHA vil harumframt vera ein dyggur samstarvsfelagi og stuðul hjá almennum stovnum og og felagsskapum í royndini at orða ein umhvørvisliga sunnan framtíðarpolitikk fyri ídnað og tænastur, har vetni verður ein týðandi orkuberi, og har serligur dentur verður lagdur á sambandið millum varandi orkukeldur og vetni.

NAHA sigur í tíðindaskrivi, at í nógvum Norðurlondum er longu tætt samstarv ímillum ídnaðin í ymsum landspørtum og stjórnirnar. NAHA ynskir at byggja á hetta samstarvið og víðka møguleikarnar fyri at læra meira um vetnisøkið. Somuleiðis skal vitan í størri mun býtast ímillum stjórnirnar og ídnaðin sum heild.

Tey, sum í gjár vóru við til at stovna NAHA, umboða eitt stórt landafrøðiligt umráði, sum fevnir um Noreg, Danmark, Útnorðurøkið og Eysturnunavut í Kanada.

Hjálmar P. Árnason úr Íslandi, sum er limur í Altinginum, er formaður í nevndini í NAHA, ið var vald á stovnandi fundinum. Sigurd í Jákupsstovu, stjóri í Jarðfeingi, er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jens-Peter Bak Henriksen, leiðari fyri altjóðadeildini í grønlendska elfelagnum Nukisiiorfiit, og Helle Brit Mostad, formaður í Norwegian Hydrogen Forum. Jón Bjørn Skúlason, stjóri í Icelandic New Energy, og Klæmint Weihe, stjóri í SEV eru varalimir, og teir møta eisini á nevndarfundum.

Nevndin er vald fyri tvey ár, og føroysku umboðini hava avtalað, at býta nevndarsessin ímillum sín. Sigurd í Jákupsstovu, verður í nevndini fyrra árið, og Klæmint Weihe situr í nevndini í seinna árið, og tá verður Sigurd í Jákupsstovu varalimur.

NAHA hevur heimasíðuna: www.newenergy.is/naha


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking