SEV-veteranur í Vestmanna leggur frá sær

Eftir trúgva tænastu í útivið hálva øld, hevur Margaret Christiansen í Vestmanna í dag sín seinasta arbeiðsdag á SEV.

Eitt ættarliðsskifti ger av álvara vart við seg á SEV í hesum døgum.

Um ársskiftið fór Kári Nielsen úr Vestmanna úr starvi fyri aldur, eftir - sum tann fyrsti meðarbeiðarin hjá SEV - at hava rundað tey fimti árini í starvi hjá elfelagnum. Hann starvaðist øll árini sum maskinmaður á Fossáverkinum.

Í síðstu viku segði fíggjar- og fyrisitingarleiðarin, John P. Danielsen, seg úr starvi frá 1. juli í ár at rokna, eftir at hava røkt hetta starv í 25 ár.

Og í dag hevur Margaret Christiansen úr Vestmanna sín seinasta arbeiðsdag á SEV, eftir trúgva tænastu í útivið hálva øld.

Byrjaði 1. oktober 1962

Hon byrjaði sum skrivstovunæmingur á táverandi høvuðsskrivstovuni hjá SEV í Vestmanna 1. oktober 1962 sum 19 ára gomul. Burtursæð frá tveimum styttri tíðarskeiðum, hevur hon starvast har síðani - samanlagt í góð 46 ár.

Margaret saman við manninum Finnboga (h.m.), John P. Danielsen og Jens Mikkelsen.

Tá høvuðsskrivstovan seinnapartin í níti-árunum varð flutt til Havnar, var Margaret Christiansen sum einasta skrivstovufólkið eftir í Vestmanna, har hon m.a. hevur umsitið lønarbókhaldið hjá SEV.

Nógvir starvsfelagar kring landið løgdu leiðina framvið SEV-høvuðsskrivstovuna fyrrapartin at heilsa upp á Margaret Christiansen.

Arbeiðsjarn og álítandi

Á fráfaringarsamkomu, sum SEV helt fyri henni fyrrapartin, nú hon leggur frá sær fyri aldur, vóru mong góð og rósandi orð borin henni frá leiðslu og starvsfeløgum fyri arbeiðssemi og trúskap gjøgnum árini saman við ynskjum um alt tað besta í framtíðini.

Avloysari hennara er longu funnin. Tað er kvívíkingurin Jens Mikkelsen, sum tók við starvinum 1. februar. Hann hevur sostatt arbeitt saman við Margaret henda seinasta mánaðin.

Okkurt lætt var sjálvandi eisini til matnað.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking