SEV verður smidligari og meira tíðarhóskandi, og tað fer at gagna bæði felagnum og Føroya fólki, sum eigur SEV. Samanumtikið verður talan um ein effektivari felagsskap. Tað var við hesi sannføring, at SEV-stýrið í dag legði fram uppskot um viðtøkubroytingar á umboðsnevndarfundi á Hotel Føroyum.
Full semja var stýrinum um, at uppskotið er gongda leiðin fyri Elfelagið, og umboðsnevndin tók undir við uppskotinum við einum broytingaruppskoti. 45 atkvøður vóru fyri og 13 ímóti.
Samtyktin ber við sær, at SEV heldur fram sum lutafelag, men verður skipað eftir partafelagslíknandi leisti. Broytingin kemur í gildi 1. januar 2009.
- Tíðin krevur, at SEV broytir seg. Nýggja tíðin bíðar ikki eftir SEV. Nýggja tíðin krevur nevniliga, at fyritøkur eru førar fyri at taka skjótar avgerðir, og at samstarvið og samskiftið við aðrar partar fer fram á so skjótan og smidligan hátt sum gjørligt, segði Leivur Hansen, stýrisformaður, tá hann legði uppskotið fram.
Hann vísti í hesum sambandi á nýggju elveitingarlógina, sum fer at áleggja SEV at hava tætt samstarv og samskifti við ein nýggjan almennan orkumyndugleika.
Stýrisformaðurin legði dent á, at nýggja skipanin knýtir eigararnar tættari at SEV, tí tað verður eitt meira beinleiðis samskifti millum kommunurnar og Elfelagið, tá kommunurnar verða umboðaðar beinleiðis á aðalfundi.
Aðalfundur og nevnd
Ein tann størsta broytingin er, at umboðsnevndin verður broytt til ein aðalfund. Talan er í høvuðsheitum um ein árligan aðalfund, men tað ber eisini til at kalla inn til eykaaðalfund, og aðalfundur skal haldast aftan á bý- og bygdaráðsval at velja nýggja nevnd. Á heysti skal haldast eykaaðalfundur at góðkenna fíggjarætlanina.
Aðalfundirnir eru almennir, eins og umboðsnevndarfundirnir eru í dag. Eitt umboð fyri hvørja limakommunu møtir á aðalfundinum við einari atkvøðu fyri hvørt byrjað 1000 íbúgvaratal.
Stýrið verður sambært uppskotinum broytt til eina nevnd við sjey nevndarlimum, sum aðalfundurin velur. Talið av nevndarlimum er tað sama, sum talið av stýrislimum er í dag, og ymsu økini í landinum verða umboðað á sama hátt sum í dag.
Einans umboðini fyri einstøku økini kunnu velja nevndarlimin, sum skal umboða viðkomandi øki. Tað er ein munandi broyting frá verandi skipan, sum ásetir, at samlaða umboðsnevndin velur allar stýrislimirnar. Sostatt verða ikki nøkur umboð á aðalfundinum úr einum øki tungan á vágskálini fyri, hvør skal umboða eitt annað øki.
Veðhaldsskyldan hjá kommununum verður strikað í nýggju skipanini, og tað hava lánsgevarar givið tilsøgn um. Teir treyta sær kortini veð í t.d. ognum hjá SEV ístaðin.
Ognarviðurskiftini og atkvøðubýtið millum kommunurnar er tað sama sum í dag. Broytingarnar koma í gildi 1. januar 2009, tí tá hava bý- og bygdaráðsval verið, og tá er skeiðið hjá sitandi umboðsnevnd runnið. Stýrið heldur fram til nýggj nevnd er vald fyrst í 2009.