Finn Jakobsen er 38 ár og útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur. |
Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri býtisvirkini hjá SEV, fer nú umframt deildarstjórastarvið eisini at røkja starvið sum rakstrarleiðari í Elfelagnum. Hann tekur við, tá Elnevndin hevur góðkent setanina. Rakstrarleiðarin hevur ábyrgdina av trygdini í SEV, og at sterkstreymsreglugerðin verður hildin.
Klæmint Weihe, stjóri, hevur verið rakstrarleiðari, síðani hann tók við stjórastarvinum fyri skjótt 25 árum síðani, og undan honum røkti fyrrverandi stjórin, Hjalgrím Winther, hetta starv.
Tá stríðið tók seg upp um m.a. rakstrarleiðarastarvið í undanfarna stýri, og Klæmint Weihe varð sendur til hús, varð Jón Nielsen, kaðal- og linjumeistari, settur fyribils rakstrarleiðari. Hann er nú givin í hesum fyribils starvi, og Klæmint Weihe røkir tað, til Elnevndin hevur góðkent Finn Jakobsen.
Bæði sum rakstrarleiðari og sum deildarstjóri vísir Finn Jakobsen til stjóran, sum hevur tilvísing til stýrið. Undanfarna stýri mælti til, at rakstrarleiðarin skuldi vísa beinleiðis til stýrið. Men nýggja stýrið er av teirri áskoðan, at tað er ein greiðari bygnaður, at stjórin einsamallur vísir til stýrið.
Finn Jakobsen hevur starvast hjá SEV síðani 1. november 1997, og í 2004 tók hann við sum deildarstjóri fyri býtisvirkini. Hann er 38 ár og útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur.
Stýrið valdi á fundinum í dag eisini nýggjar nevndarlimir í SeWave og P/F Fjarhitafelagið. Poul Arne Jacobsen, næstformaður í stýrinum, og Jógvan Emil Nielsen, stýrislimur, eru valdir í nevndina í SeWave. Stýrislimirnir, Torleif Sigurðsson og Regin Olsen, eru valdir at umboða SEV í nevndini í P/F Fjarhitafelagnum.