SEV er ein av teimum 11, sum eru tilnevnd til náttúru og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum 2015. Føroyska elfelagið varð valt burtur úr teimum 48 uppskotunum, sum dómsnevndin fekk í ár.
Grundgevingin fyri at skjóta SEV upp var m.a. vindmyllulundin í Húsahaga, áhaldandi tøkniligu royndirnar at fáa sum mest av vindorku inn á elnetið og grøna kósin hjá SEV fram ímóti 100 prosent grønari orku á landi í 2030.
SEV er saman við útlendskum samstarvsfelagum í holt við at menna eina nýggja battarískipan og stýrisskipan, ið kunnu fáa væl meira av vindi, sum er ein óstøðug orkukelda, inn á elnetið í einum avbyrgdum oyggjasamfelag, sum Føroyar eru. Hesi átøkini hava stóran áhuga uttanlands, tí tey eru tøknilig frambrot, ið kunnu fáa altjóða týdning, tá talan er um grøna orku. Hesi átøk hava eisini sett Føroyar á heimskortið sum áhugavert royndarøki innan grønar orkumøguleikar.
-Vit fegnast stórliga um tilnevningina, tí hon vísir, at fólk úti í heimi hava áhuga fyri tí arbeiði, SEV og starvsfólkini her dagliga greiða úr hondum. Tilnevningin er í sjálvum sær eitt herðaklapp til bæði SEV, starvsfólk og tey, sum varða av felagsskapinum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Náttúru- og umhvørvisvirðislønin hjá Norðurlandaráðnum verður handað í Reykjavík 27. oktober í ár. Meira um hetta evnið er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.