SEV tekur dóm hjá Eystara Landsrætti til eftirtektar

SEV-stýrið samtykti á stýrisfundi í morgun at taka dómin hjá Eystara Landsrætti í ósemjuna við Kappingarráðið til eftirtektar

Eystari Landsrættur hevur staðfest ein dóm hjá Føroya Rætti um, at kappingarlógin er galdandi fyri SEV. Stýrið í SEV samtykti á stýrisfundi í morgun at taka dómin hjá Landsrættinum til eftirtektar, og tað merkir, at málið verður ikki skotið inn fyri Hægstarætt.

SEV hevur hildið fast um, at ásetingin av elprísum hevur verið málsøki, sum hoyrir beinleiðis undir landsstýrismannin í vinnumálum, tí hetta hevur verið siðvenja í næstan hálva øld. Men eftir at kappingarlógin var sett í gildi, bað Kappingarráðið um samráðingar við SEV um at lækka prísirnar. SEV vildi ikki góðtaka áheitanina frá Kappingarráðnum um samráðingar sambært grein 11 í kappingarlógini, tí Elfelagið metti, at hesi viðurskifti hoyrdu beinleiðis undir málsøkið hjá Vinnumálaráðnum.

Eystari Landsrættur vísir í sínum úrskurði m.a. til grundgevingarnar hjá Føroya Rætti. Harumframt viðmerkir Landsrætturin, at tey atlit, sum verða tryggjað í kappingarlógini, ikki eru tryggjað í loyvistreytunum sambært kunngerð nr. 76 frá 5. oktober 1963, sum hevur verið grundarlagið undir prísásetingini higartil.

SEV og Kappingarráðið fara í næstum at viðgera nýggju støðuna, og SEV fer inn í hetta samskifti við opnum sinni.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking