SEV stuðlar Trans Atlantic Climate Conference 2008

Tann 7. og 8. apríl í ár verður fyrsta altjóða ráðstevnan í Norðurlandahúsinum, har orðaskifti verður um veðurlagsbroytingarnar í Atlantshavinum.

Tann 7. og 8. apríl í ár verður fyrsta altjóða ráðstevnan í Norðurlandahúsinum, har orðaskifti verður um veðurlagsbroytingarnar í Atlantshavinum.

Høvuðsrøðari verður fyrrverandi amerikanski varaforsetin og nýkosni Nobel-vinnarin, Al Gore. Eisini føroyski havfrøðingurin og virðislønarvinnarin, Bogi Hansen, fer at røða á ráðstevnuni.
Elfelagið SEV stuðlar ráðstevnuni peningaliga, og hava vit eisini fingið høvi at halda fyrilestur um virksemi okkara. SEV fegnast um at hendan ráðstevnan er komin í lag og sær hetta sum eitt gott høvi at leggja fram “grøna” profil og visión felagsins alment í einum týðandi forum.
Sí eisini undir leikju http://www.tacc2008.com
Elfelagið SEV

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking