SEV hevur gjørt trý ára stuðulsavtalu við skúlakappingina Firts Lego League, sum byrjaði leygardagin. Evnið í kappingini í ár er varandi orka, og 16 bólkar við ungum fólkum fara næstu átta vikurnar at kappast um at gera besta uppskotið um varandi orkumøguleikar.
Kappingin er trýbýtt. Bólkarnir skulu byggja og forrita eitt tólmenni til at loysa ásettar uppgávur. Teir skulu fyrireika og hava eina framløgu um arbeiðið, og harumframt skulu tey ungu eisini gera eitt ástøðiligt arbeiði í uppgávuni.
Føroya Tele er høvuðsstuðul, og hinir stuðlarnir eru SEV, Atlantic Airways og Eik.
Finalan í kappingini verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík í fyrru helvt av november, og vinnandi bólkurin fer at kappast víðari í norðurlendsku First Lego League kappingini, sum í ár verður í Herning.