SEV vann náttúru- og umhvørvislønina hjá Norðurlandaráðnum í fjør, og í ár eigur SEV so tørn at handa umhvørvisvirðislønina. Tað fer fram í DR Konserthúsinum í annaðkvøld, 1. november, har Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fer at handa vinnaranum í ár virðislønina.
Níggju eru tilnevnd til norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í ár. Tey eru úr Danmark, Íslandi, Noreg, Svøríki og Finnlandi. Í fjør vann SEV norðurlendsku umhvørvisvirðislønina fyri nýbrot á orkuøkinum og málið um 100 prosent grøna elorku í Føroyum í 2030.
Norðurlendsku virðislønirnar verða eisini handaðar fyri bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, film og tónleik. Hóast eingin úr Føroyum er útnevndur innan umhvørvi, so eru føroyingar tilnevndir innan tónleik og bókmentir.
Bólkurin, ORKA, er útnevndur til tónleikavirðislønina, Bárður Oskarsson er tilnevndur innan barna- og ungdómsbókmentir, og Carl Jóhan Jensen er útnevndur til bókmentavirðislønina.
Tónleikur, sangur og gott undirhald er á skránni, tá ið virðislønirnar verða handaðar, og í ár eiga føroyingar aftur sítt íkast, eftir at Eivør Pálsdóttir luttók í Reykjavík í fjør.
Tónlistamaðurin, Sunleif Rasmussen, hevur gjørt lagið til ein nýggjan sonevndan norðurlendskan tjóðsang, Nordika, sum Kim Leine hevur skrivað. Føroyska Húsakórið í Keypmannahavn fer at framføra nýggja sangin saman íslendska kórinum, Staka, grønlendska Avaat og danska kórinum, Camerata.