Nýggja SEV-stýrið hevur biðið Klæmint Weihe koma aftur til arbeiðis mánadagin. |
Nývalda SEV-stýrið samtykti á sínum fyrsta regluliga fundi í dag at taka uppsøgnina aftur, sum undanfarna stýri gav SEV-stjóranum, Klæmint Weihe. Stýrið hevur biðið Klæmint Weihe koma aftur til arbeiðis mánadagin 27. februar.
SEV-stýrið finnur ongar haldgóðar grundgevingar í hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum meirilutin í undanfarna stýri læt SEV-stjóranum á fundi 20. januar, tá Klæmint Weihe varð biðin at fara til hús. Sami meiriluti samtykti uppsøgnina 13. februar at koma í gildi 20. februar.
Nýggja stýrið varð valt á eyka umboðsnevndarfundi seinasta fríggjadag, og tá stýrið á fundi beint eftir umboðsnevndarfundin skipaði seg, varð eisini samtykt fyribils at seta úr gildi uppsøgnina av stjóranum, sum nú er tikin aftur.
John P. Danielsen, deildarstjóri fyri fyrisitingina, hevur røkt stjórastarvið, meðan málið um stjóran hevur verið viðgjørt.
SEV-bygnaðurin kannast
Stýrið hevur eisini samtykt at kanna bygnaðin nærri við tí í hyggju at gera SEV meira nútíðarhóskandi, og tá skal leiðslubygnaðurin í Elfelagnum eisini viðgerast.
SEV-stýrið er av teirri áskoðan, at tað er neyðugt at laga SEV eftir teimum samfelagsbroytingum, sum fara fram, men samstundis er semja í stýrinum um, at felagsskapurin sjálvur saman við sínum eigarum, sum eru kommunurnar, skal taka stig til broytingarnar.
Stýrið hevur í dag biðið nevndirnar í Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelagi koma á fund at umrøða spurningin um, hvussu SEV kann broytast og gerast meira nútíðarhóskandi.
- Vit vita, at hesin viðkomandi spurningurin verður umrøddur í ymsum kommunum, eins og landspolitikararnir eisini javnan tosa um málið. Tað hevur týdning, at vit veruliga fáa sett hol á hetta málið, og tí hava vit avgjørt at bjóða teimum báðum kommunufelagsskapunum á fund. Hetta skal fatast sum tað fyrsta stigið í eini broytingartilgongd, sum ætlandi skal setast í verk í samráði við umboðsnevndina fyri SEV, sigur Leivur Hansen, stýrisformaður.
Spurningurin um, hvør skal vera rakstrarleiðari í SEV, var eisini viðgjørdur í dag, men stýrið samtykti at umhugsa málið nærri og taka støðu til tað á stýrisfundi næsta fríggjadag.