SEV leggur stóran dent á at stimbra starvsfólk síni at vera virkin innan heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiði.
Sum lið í hesum politikki eru starvsfólk hjá SEV á fyrstuhjálpar- og grundleggjandi brunaskeiði hesa vikuna.
Talan er í høvuðsheitum um starvsfólk í fyrisitingini. Hini starvsfólkini, ið hava beinleiðis við elarbeiði at gera, verða regluliga dagførd á hesum øki sambært lógarkravi.
HTU-deildin skipar fyri
HTU-deildin á SEV, ið varð sett á stovn fyri tveimum árum síðani, stílar fyri skeiðunum í samstarvi við FTH-stovuna og Tórshavnar Sløkkiliði.
Eyfinn gevur munn-til-munn hjálp.
Í sambandi við at HTU-deildin varð sett á stovn, varð ein HTU-politikkur orðaður og samtyktur í desember 2008.
Sambært honum bindur leiðslan seg m.a. til at gera sítt besta til tess at verja heilsuna og trygdina hjá starvsfólkunum, soleiðis at virki teirra hvørki elvir til skaða á tey ella onnur.
Marjun gevur hjartamassasju.
Hjartastartarar á øllum støðum
Á fyrstuhjálparskeiðnum verður umframt grundleggjandi hjálp eisini undirvíst í, hvussu ein hjartastartari skal brúkast. SEV hevur í hesum sambandi keypt seks hjartastartarar, ið skulu setast upp á arbeiðsplássum hjá felagnum kring landið.
Ingeborg verður løgd í støðuna, ein skaddur skal liggja í, til sjúkravognur kemur á staðið.
Á brunaskeiðnum læra starvsfólkini m.a. at sløkkja eld við vatni, pulvuri, CO2 og teppum. Eisini sleppa tey at royna at vera inni í einum roykrúmi, sum roykkavarar brúka í síni venjing.
Á brunaskeiði. Fv: Anna Doris, Jónsvein, Anna Malena, Marjun og Álvur.
HTU-deildin á SEV ætlar at skipa fyri tílíkum skeiðum annað- ella triðjahvørt ár, so starvsfólkini altíð eru før fyri at veita fyrstuhjálp ella sløkkja eld, skuldi tað gjørst tað neyðugt.
Eyfinn sløkkir eld við eldteppi.
Arnfinn Reinert, sløkkiliðsmaður, greiðir frá.
Annelena sløkkir eld við CO2. Sera effektivt.
Marjun, Dávur, Anna Malena og Tove inni í venjingarroykrúminum á sløkkiliðsstøðini, beint áðrenn roykurin verður settur til og tey missa hvørannan úr eygsjón.
Her koma tey leitandi og søkjandi út aftur úr roykrúminum.