SEV søkir eftir nýggjum deildarstjóra

Starvið sum deildarstjóri fyri fyrisitingina er leyst at søkja.

SEV søkir nú eftir nýggjum deildarstjóra fyri fyrisitingina, eftir at stjórin seinastu 25 árini, John P. Danielsen, hevur sagt seg úr starvi 1. juli.

Nýggi deildarstjórin skal hava hægri útbúgving innan búskaparfrøði og eina fortíð innan leiðslu frá privatum vinnulívi ella almennari umsiting - umframt góð úrslit og avrik at vísa á.

Viðkomandi royndir við samstarvi á politiskum og umsitingarligum stigi hava eisini týdning.

Høvuðsuppgávurnar

Deildarstjórin fyri fyrisitingina hevur ábyrgd av fyrisitingini, starvsfólkaøkinum, debitorbókhaldinum og fíggjarbókhaldinum.

Somuleiðis hevur hann skyldu til at ansa eftir, at fyrisiting, umsiting av virkjum og virkisarbeiði elfelagsins verða gjørd á besta hátt, eins og ábyrgd av, at gjørt verður eftir teimum lógum og reglum, sum tað almenna ásetur.

Umsóknarfreistin 27. apríl

Starvið er lønt samsvarandi sáttmála við avvarðandi fakfelag við tilhoyrandi viðbót. Aðrar setanartreytir vera sambært nærri avtalu.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hákun Djurhuus, stjóra, um telefon ella teldupost. Allir fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Umsóknarfreistin er 27. apríl. Sí meira undir Leys størv á forsíðuni á heimasíðuni ella lýsing í bløðunum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking