SEV fegnast um, at elfelagið nú sleppur at halda fram við ætlanina at byggja eina vindmyllulund í Húsahaga í Suðurstreymoy, sum gevur tilsamans 11,7 MW í vindorku.
Jarðfeingi tók 18. januar í ár avgerð um at lata SEV seta upp vindmyllur í Húsahaga, men kappingarneytin, Vindrøkt, kærdi avgerðina hjá Jarðfeingi. Tískil ber nústani til at fara víðari við ætlanini, eftir at Vinnukærunevndin í dag staðfesti avgerðina hjá Jarðfeingi.
SEV fer nú at gera sáttmála við mylluframleiðaran, ENERCON, um 13 vindmyllur, og annars verður hildið fram við upprunaligu byggiætlanini. Men kærumálið hevur seinkað verkætlanini so mikið, at myllurnar ikki kunnu setast í rakstur fyrr enn næsta summar. Vindmyllurnar verða framleiddar í desember og settar upp næsta vár, og annars verður beinanvegin hildið fram við øðrum fyrireikingum, eins og vegurin til myllurnar og undirstøði verða gjørd.
Í kjalarvørrinum á vindmyllulundini fer SEV nú eisini í holt við at menna battarípartin, sum er ein verkætlan í sjálvum sær. Talan er her um at stabilisera framleiðsluna frá vindmyllulundini so mikið, at lagt verður upp fyri skjótum broytingum í framleiðsluni á tí stuttu tíðarásini, soleiðis at samstarvað verður við onnur vatn- og oljurikin verk í elskipanini. Hetta er eitt spennandi menningararbeiði, har byrjað verður á berum, tí battaríparturin skal mennast serstakt til føroyska elkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.
SEV læt Jarðfeingi sítt tilboð 17. desember í fjør. Tá var ætlanin at gera sáttmála við mylluframleiðaran um hálvan januar í ár við seks mánaðar framleiðslutíð og trimum mánaðum til uppseting og royndarkoyring. Um hendan ætlanin hevði hildið, so høvdu vindmyllurnar verið settar í rakstur í november í ár.
Kærumálið hevur havt við sær, at SEV noyðist at rokna við meirnýtslu av olju á Sundsverkinum komandi vetur, og hesum er ikki lagt upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2013, sum sostatt má lagast eftir nýggju umstøðunum. Elfelagið harmast hesa støðuna, tí hetta er ein bági fyri bæði búskapin og umhvørvið. SEV kann kortini bert staðfesta, at felagið ikki hevur havt møguleika at forða seinkingini, tí kærumálið skuldi ganga sína gongd sambært galdandi reglum.
Vinalig heilsan
Elfelagið SEV