Í altjóða samfelagnum er semja um, at elbilar fara at hava ein týdningarmiklan leiklut í royndunum at skerja CO2-útlátið.
Í hesum sambandi hava fleiri stovnar og fyritøkur í Útnorði stovnað samstarvið El-mobility við tí endamáli at samanbera data á ymiskum sløgum av elbilum, undir ymiskum umstøðum og veðurlagi, í hesum harðbalna økinum.
Talan er m.a. um koyrdar kilometrar, miðalferð, koyringarmynstur, løðingartíðir, elnýtslu og viðlíkahaldstørv.
Seks orkufelag við
Umframt SEV eru orkufeløgini Nukissiorfiit í Grønlandi og Icelandic New Energy, Orkusetur, Reykjavik Energy og Icelandic Hydrogen í Íslandi við í verkætlanini.
Partarnir hittust fyrstu ferð í Reykjavík í fjørsummar, og 15. februar verður SEV vertur fyri eini ráðstevnu - work shop - í Norðurlandahúsinum, har ætlanin m.a. er at samanbera elbila-úrslitini higartil í Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
Teir, ið hava umboðað SEV í hesum arbeiði, eru tekniski stjórin, Finn Jakobsen, Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, og Magnus K. Magnussen, maskinverkfrøðingur.
Í heyst verður líknandi ráðstevna hildin í Grønlandi, og síðani verður ein felags frágreiðing skrivað, sum skal handast NORA (Norrønum Atlantssamstarvi) við árslok í ár. NORA stuðlar verkætlanini og verður eisini umboðað á ráðstevnuni í næsta mánaða.
SEV ognað sær tríggjar elbilar
Fyri einum ári síðani lænti SEV tríggjar umbygdar elbilar úr Danmark til royndarkoyringar í Føroyum, og nú hevur elfelagið sum fyrsta fyritøka í landinum ognað sær tríggjar ektaðar elbilar.
Peugeeot Partner-vørubilurin hevur tvey setur framman. Bilurin hevur 72 hk, kann koyra 100 km/t og 120 km uppá eina løðing.
Talan er um tveir vøruvognar av slagnum Peugeot Partner, sum eru komnir til Føroya, og ein persónbil av slagnum iMiEV, sum kemur til landið síðst í hesum mánaðinum. Harumframt hevur SEV lænt ein iMiEV í tríggjar mánaðir frá El-mobility, sum í løtuni er til royndarkoyringar í Íslandi.
Allir fýra bilarnir skulu vera við í elbilaroyndunum, ið ætlanin er at gera í Føroyum næsta hálva árið. Eftir tað skulu teir trígguir bilarnir, sum SEV hevur ognað sær, brúkast sum vanligir arbeiðsbilar hjá felagnum.
Í elbilabólkinum hjá SEV, sum skipar fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum 15. februar, og sum bert er fyri innboðin, eru: Terji Nielsen, Magnus K. Magnussen, Dánjal Jógvan Hansson, allir úr SEV, Johan Mortensen, ráðgevi, og Kári Mortensen, Jarðfeingi.
Roknað verður við, at eini 60 fólk úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum vera við á ráðstevnuni. Harumframt er stjórin í fyritøkuni ChoosEV, ið stendur fyri meginpartinum av innflutninginum av elbilum til Danmarkar, Henrik Isaksen, boðin við sum gestarøðari.
Peugeot Partner-vørubilurin hevur lithiumionbattarí og eina lítla oljufýring at hita bilin upp við. Tað tekur 6-7 tímar at løða bilin.