SEV skipar fyri kunnandi fundi um Víkarvatn

Fundurin verður í Eydnuni á Oyrarbakka mánakvøldið kl. 20.

Elfelagið SEV hevur sett sær fyri at kanna møguleikarnar fyri vatnorkuútbygging í Norðstreymi neyvari, so at eigararnir, tvs. allar kommunurnar í landinum, kunnu taka støðu til eina slíka verkætlan.

Í hesum sambandi skipar SEV í næstu viku fyri kunnandi fundi um ætlanina. Øll húski í Sunda- og Eiðis kommunum hava fingið persónliga innbjóðing til fundin umframt kommunustýrislimir í Sunda kommunu, nevndarlimir í SEV og fjølmiðlarnir.

SEV-stjórin greiðir frá

Á fundinum, sum verður í Eydnuni á Oyrarbakka mánakvøldið 4. oktober kl. 20, fer Hákun Djurhuus, stjóri, at greiða frá ætlanini.

Fimm miljónir krónur eru settar av á fíggjarætlanini hjá SEV í ár til kanningararbeiðið.

Umframt tey innbodnu eru eisini onnur áhugað vælkomin á fundin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking