Um umboðsnevndin í SEV á umboðsnevndarfundinum í morgin samtykkir uppskotið frá stýrinum at broyta bygnað og viðtøkur, verður Elfelagið skipað eftir partafelagslíknandi leisti frá 1. januar 2009. Sambært uppskotinum heldur SEV kortini fram sum lutafelag, men stýrið verður umskipað til eina nevnd eins og í partafeløgum.
Endamálið við uppskotinum, sum hevur við sær fimm høvuðsbroytingar, er at gera SEV smidligari og meira tíðarhóskandi.
Umboðsnevndin verður broytt til partafelagslíknandi aðalfund, har hvør limakommuna møtir við eini fulltrú og við einum atkvøðutali, sum verður sett í mun til fólkatalið í kommununi. Tað verður bert ein ársaðalfundur, og aðrir fundir av slíkum slagi verða at rokna sum eykaaðalfundir.
Stýrið verður broytt til eina nevnd við 11 limum, sum verður vald á aðalfundinum. Hvørt øki í landinum velur sítt ella síni umboð. Skotið verður upp, at Norðoyggjarnar fáa tveir nevndarlimir. Eysturoyggin - tá er Sunda Kommuna ikki íroknað - fær tveir limir í nevndina, og Norðurstreymoy - tá er Sunda Kommuna íroknað - fær ein nevndarlim. Vágar, Sandoyggin og Suðuroyggin fáa eisini hvør sín nevndarlim, og Tórshavnar Kommuna fær tríggjar nevndarlimir.
Heimildirnar at taka avgerðir um fíggjarætlanir verða fluttar frá umboðsnevndini, sum verður skipað sum aðalfundur, til stýrið, ið verður skipað sum ein nevnd.
Veðhaldsskyldurnar, sum limakommunurnar hava, verða strikaðar, men veðhaldsskyldan, sum limakommunurnar hava vegna felagið mótvegis starvsfólkunum stendur við.
Stýrið hevur arbeitt við uppskotinum til bygnaðar- og viðtøkubroytingar síðani umboðsnevndarfundin 28. apríl í fjør. Um umboðsnevndin samtykkir uppskotið á umboðsnevndarfundinum í morgin, verður nýggja skipanin sett í verk 1. januar 2009, treytað av at landsstýrið góðkennir viðtøkubroytingarnar.
Sambært galdandi viðtøkum skal nýggj umboðsnevnd taka við 1. januar 2009 eftir bý- og bygdaráðsvalini á heysti 2008. Tí er hóskandi at seta nýggju skipanina í verk tá, men harumframt gongur skiftistíðin í uppskotinum til elveitingarlóg eisini út 1. januar 2009.
Umboðsnevndarfundurin verður á Hotel Føroyum í morgin kl. 10.00, og hann er almennur.