SEV skal seta upp tríggjar nýggjar vindmyllur í Neshaga

Elveitingareftirlitið hevur gjørt av at geva SEV loyvi at gera 3 MW av vindorku aftrat í Neshaga.

SEV hevur fingið uppgávuna at gera 3 MW av vindorku aftrat á Eystnesi í Neshaga.

Hetta hevur Elveitingareftirlitið gjørt av í dag.

Í tíðindaskrivi sigur Elveitingareftirlitið, at tað sambært eini samlaðari meting hevur avgjørt at geva SEV loyvið.

Arbeiðið varð boðið út í fjørheyst millum fimm undangóðkendar umsøkjarar.

SEV bæði lægsta og næstlægsta tilboð

Tá freistin at lata inn tilboð var úti 11. februar, vóru sjey tilboð komin inn frá trimum feløgum. Fýra tilboð frá Sp/f Røkt, eitt frá P/f Effo  og sp/f Navia og tvey tilboð frá Elfelagnum SEV.

SEV hevði bæði lægsta og næstlægasta tilboð, og nú hevur Elveitingareftirlitið so - eftir at hava viðgjørt øll innkomnu tilboðini nærrri - gjørt av at geva SEV loyvið sambært eini samlaðari meting.

- SEV kundi í síni umsókn bjóða lægsta prísin, 41 oyru fyri kWh, og tað var avgerandi fyri, hvør fekk loyvið, sigur Elveitingareftirlitið í tíðindaskrivinum.

SEV-leiðslan fegnast

Hákun Djurhuss, stjóri í SEV, fegnast um avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum.

- Hettta vísir, at SEV er effektivt og kappingarført, og hetta er fyrst og fremst einum góðum starvsfólkahópi fyri at takka, sigur SEV-stjórin.

Eisini Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV, fegnast um, at SEV var kappingarført við hinar tilboðsgevararnar, og at farast nú kann undir at útbyggja vindorkuna upp aftur meira.

- Vit takka Elveitingareftirlitinum og hinum kappingarneytunum fyri hetta útbjóðingarumfarið, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hákun Djurhuus sigur, at farið verður beinanvegin undir fyrireikingarnar at fáa sett upp tríggjar myllur aftrat í Neshaga. Tríggjar myllur upp á 900 KW hvør eru bílagdar frá Enercon í Týsklandi.

Nýtt útboð í umbúnað 

Hetta útbjóðingarumfarið er fyrsta stig í eini ætlan at koma longur fram á leið at útbyggja varandi orku, sigur Elveitingareftirlitið, sum so skjótt sum møguligt ætlar at kunngera eitt nýtt útboð av vindorku.

Elveitingareftirlitið metir, at áhugaverdir møguleikar eru, eitt nú í samanseting av vindorku og aðrari grønari orku, t.d. vatnorku, sum við lutfalsliga lítlum átøkum innan stutta tíð kunnu geva munandi meira av grønari orku.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking