SEV skal ganga væl frá arbeiðum í náttúruni

SEV skal ganga væl frá arbeiðum í náttúruni
Tað er ein rótfestur hugburður í SEV, at elfelagið skal greiða arbeiðir úti í náttúruni væl úr hondum, so náttúran verður vard og fríðkað mest møguligt

SEV metir tað sum sína skyldu at gera ábøtur, har elfelagið á ein ella annan hátt hevur ávirkað nærumhvørvið. Elfelagið roynir at fríðka og fáa tað besta burturúr, har inntriv eru gjørd í náttúruna í áhaldandi strembanini eftir grønari orku.

            -Tað er og hevur altíð verið ein grundleggjandi hugburður í SEV, at elfelagið skal ganga væl frá øllum arbeiðum, sum verða gjørd úti í náttúruni, sigur Hákun Djurhuus, stjóri.

Hann vísir á, at Neshagi er gott dømi um hetta. Í Neshaga hevur SEV gjørt snotiligar vegir, beinkir, borð og eitt vindskýli, sum sólin sær inní allan dagin. Neshagi er vorðin eitt frístíðarstað, hagar fólk leita sær frið og upplivingar við góðum útsýni ímillum stórfingnu vindmyllurnar, sum við sínum grøna liti fella væl inn í landslagið.

            Eisini kring Eiðisvatn er náttúran fríðkað, soleiðis at byrgingarnar fella natúrliga inn í lendið. Í Húsahaga skal eisini gangast væl frá arbeiðinum, soleiðis at vindmyllundin liggur so væl sum gjørligt í náttúruni. Koplingarstøðin er t.d. byggilistarliga lagað eftir landslagnum.

            Hesin hugburðurin sæst aftur longu í fyrstu stóru verkætlanunum hjá SEV í Vestmanna í fimti- og sekstiárunum. Rundan um gomlu byrgingarnar oman fyri Vestmanna, vóru arbeiðsvegirnir tá í tíðini gjørdir so mikið góðir, at tað skuldi vera lætt og ómakaleyst at koma niðan í fjøllini við bili á útferðir, at fiska síl, tjalda, fara á fjall ella skjóta harur.

-Hesin atburðurin hjá stóra elfelagnum er ein natúrligur liður í hugburðinum at hava gott samlag við okkara eigarar, sum eru allir føroyingar. Tað er sera týdningarmikið, tí tá fáa vit øll mest burturúr, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking