SEV legði 2015 aftur um seg við besta úrsliti nakrantíð á fleiri økjum, og sostatt setti elfelagið fleiri met í fjør.
SEV hevur ongantíð áður framleitt so nógva elorku yvirhøvur, og elfelagið setti eisini met, tá talan er um framleiðslu burtur úr vatnorku og vindorku. 2015 var fyrsta árið, har nýggju vindmyllurnar í Húsahaga vóru í rakstri í eitt heilt ár.
Vatnorkuverkið á Eiði, har nógvar útbyggingar eru farnar fram seinnu árini, setti met í 2015, og vatnturbinan á elverkinum á Strond hevur ongantíð fyrr framleitt so nógv sum í fjør.
Í desember 2015 var elframleiðslan eisini methøg, sammett við øll onnur ár og mánaðir.
Í Vestmannaøkinum var framleiðslan tann hægsta nakrantíð síðani 1982, og oljurikna Sundsverkið framleiddi 46,4 prosent minni í 2015, sammett við 2010, tá ið framleiðslan á Sundsverkinum var tann hægsta nakrantíð.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir SEV-metini í 2015.
Framleiðsla | Met í 2015 | Samanbering | Broyting |
Elframleiðslan tilsamans | 314,4 GWt | 305,4 GWt í 2014 | 9,00 GWt meira |
Framleiðslan úr vindorku | 55,8 GWt | 34,5 GWt í 2014 | 21,30 GWt meira |
Framleiðslan úr vatnorku | 133,1 GWt | 120,7 GWt í 2014 | 12,40 GWt meira |
Grøn orka tilsamans | 188,9 GWt | 155,2 GWt í 2014 | 33,70 GWt meira |
Framleiðslan í des. 2015 | 29,76 GWt | 27,62 GWt í 2014 | 2,14 GWt meira |
Eiðisverkið | 68,1 GWt | 61,8 GWt í 2014 | 6,30 GWt meira |
Vatnturbinan á Strond | 4,5 GWt | 3,1 GWt í 2014 | 1,40 GWt meira |
Vestmannaøkið | 54,8 GWt | 54,6 GWt í 1982 | 0,20 GWt meira |
Sundsverkið | 93,9 GWt | 175,1 GWt í 2010 | 81,20 GWt minni |