Vindmyllulundin í Húsahaga og battarískipanin, sum verður ment til at javna vindin út á føroyska elnetið, verða javnan viðgjørd uttanlands sum eitt sera áhugavert stig á vegnum at gagnnýta vindorkuna mest møguliga.
Stóra franska battarífyritøkan, Saft, sum mennir skipanina saman við SEV og heimsumfatandi, týsku vindmylluverksmiðjuni, ENERCON, hevur í einum tíðindaskrivi víst á, at battarískipanin í Húshaga verður fyrsta av sínum slagi í Evropa, sum verður sett upp í einari vindmyllulund.
Battarískipanin skal taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elnetið eftir tørvi innan fyri stutt tíðarbil á nøkur sekund ella nakrar minuttir. Sostatt skal nýggja battarískipanin javna vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elnetið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.
Í sama viðfangi verður ein nýggj yvirskipað stýrisskipan ment og sett í verk á SEV í næstum. Henda skipan skal m.a. samskipa elframleiðsluna, so at vindorkan verður brúkt á so skynsaman hátt sum gjørligt. Nýggju skipanirnar verða væntandi tiknar í nýtslu í hesum árinum.
Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV í Húsahaga, sigur m.a. í tíðindaskrivinum frá Saft, at bæði umhvørvisliga og búskaparliga krevur framtíð Føroya, at vit til fulnar gagnnýta allar varandi orkukeldur, sum eru til taks.
Tíðindaskrivið sæst á heimasíðuni hjá Saft. Tíðindaskrivið kann eisini takast niður sum PDF á enskum her og á týskum her.