SEV setir vindmyllur upp á Eiði

SEV setir vindmyllur upp á Eiði
SEV vann vindorkuútboðið á Eiði, og nú skulu øll loyvi fáast til vega til verkætlanina, so vindmyllurnar kunnu reisast skjótast gjørligt

SEV hevði lægra tilboðið uppá at seta vindmyllur upp á Eiði, og Orka hevur nú gvið SEV loyvi at byggja eina 18 MW vindmyllulund á Eiði. Talan verður um seks vindmyllur av slagnum E82 – á 3 MW hvør – frá týska vindmylluframleiðaranum, ENERCON.

SEV bjóðaði 23,9 oyru fyri kWt, og hitt boðið á Eiði kom frá Magn, sum bjóðaði 26,2 oyru fyri kWt.

- Vit fegnast um, at orkumyndugleikin hevur avgreitt vindorkuútboðið á Eiði. Nú kann farast víðari við útbyggingini av vindorkuni, og harvið fáa vit spart munandi oljuútreiðslur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Hann vísir á, at SEV vil arbeiða so skjótt sum gjørligt á Eiði, treytað av at øll loyvi eisini verða fingin til vega sum skjótast. Talan er m.a. um byggiloyvi, umhvørvisárinsmeting og loyvi frá friðingarmyndugleikunum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking