SEV setir veitingartrygdina fremst

SEV setir veitingartrygdina fremst
Tað er ikki sørt djarvt av Røkt at fara út í almenna rúmið at spæla við elveitingartrygdina hjá føroyska samfelagnum. SEV hevur sett eina grøna kós, men elfelagið gloymir ikki veitingartrygdina, sum altíð skal vera í hásæti

SEV hevur sambært elveitingarlógini evstu ábyrgdina av veitingartrygdini og elgóðskuni í Føroyum, og hetta er ábyrgd, ið elfelagið tekur í størsta álvara. Hendan ábyrgdin kann ongantíð setast til viks, hóast SEV trýr fult og fast á sína egnu ætlan um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.

Útbyggingin av Sundsverkinum er ein liður í at røkja hesa uppgávuna til fulnar, tí Sundsverkið vil einhvørja tíð kunna veita øllum samfelagnum trygd fyri elveiting, eisini meðan vit arbeiða okkum fram eftir grønu kósini. Elstu og størstu motorarnir á Sundsverkinum fella fyri aldur, og tí er undir øllum umstøðum neyðugt at dagføra verkið nú.

Í Føroyum ber til at javnmeta Sundsverkið við tær íbindingar, sum londini á evropeiska meginlandinum hava við hvønn annan, har t.d. Danmark, Noreg, Svøríki og Týskland eru tiltakstrygd hjá hvørjum øðrum, tá ið elframleiðslan ikki gongur sum ætlað. Í Føroyum er og verður Sundsverkið okkara tiltakstrygd í nógv ár aftrat, tí vit eru ikki bundin í eina størri elskipan sum t.d. evropeiska elnetið.

Sama hvussu langt vit koma á grønu kósini, so er neyðugt at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar í 2030 møguliga av einari ella aðrari orsøk, sum vit ikki kenna í dag, ganga fyri ella ikki eru nøktandi.

Vónandi sigur hetta alt um, hvussu stór ábyrgd hvílir á SEV, og at vit sjálvsagt ikki kunnu spæla “hasard” við tiltakstrygdini og harvið elveitingartrygdini. Tað er hinvegin púra ókeypis hjá Røkt at spæla sær við veitingartrygdina úti í almenna rúminum.

Røkt rør – enn einaferð – 13 ár aftur í tíðina, tá SEV sambært stjóranum í Røkt ikki vildi vindorku. Eg hevði ynskt, at Røkt hevði flutt seg hesi árini, tí tað gongur sjón fyri søgn bæði í Húsahaga, í Neshaga og aðrastaðni í elskipanini hjá SEV, at framgongdin hevur verið risastór seinnu árini.

Og jú, SEV vil pumpuskipan, men eisini henda verkætlanin skal gerast við skili. Í løtuni eru kanningar í gongd, eftir at SEV gjørdi fyrstu kanningarnar av slíkari skipan longu í 2003, og eftir at SEV hin 13. november 2013 sendi orkumyndugleikunum umsókn um pumpuskipan í Vestmannaøkinum.

Tað er løgið, at Røkt fer út í sjálvdrátti at viðgera eina nýggja verkætlan um pumpuskipan í Vestmannaøkinum, uttan at felagið hevur kunnað lógarfestu myndugleikarnar á økinum.

SEV fer nú at heita á stjóran í Røkt um at fáa fund í lag, soleiðis at elfelagið á ein meira seriøsan og sakligan hátt fær eina frágreiðing frá Røkt um verkætlanina – bæði tøkniliga og búskaparliga. SEV noyðist at viðgera hesa kunning nágreiniliga, áðrenn elfelagið kann siga sína hugsan um hesar nýggjastu ætlanirnar hjá Røkt.

Tórshavn, 25. november 2016

Hákun Djurhuus, stjóri


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking