Trygdargóðskuskipanin skal m.a. tryggja, at eltrygdin áhaldandi er í hásæti, og at starvsfólk hava neyðugar førleikar at røkja síni størv. |
Ískoytið til sterkstreymsreglugerðina, ið kom í gildi 1. oktober 2005, ásetir, at SEV sum virkiseigari hevur ábyrgdina av, at ein trygdargóðskuskipan verður gjørd og hildin við líka fyri Elfelagið.
Skipanin skal eitt nú tryggja, at starvsfólk hava neyðugu útbúgvingina til starvið, tey røkja, og at sakkunnleikin hjá starvsfólkinum støðugt verður hildin við líka. Trygdargóðskuskipanin skal eisini tryggja, at amboð og útgerð eru tøk til uppgávur, ið skulu fremjast.
Skipanin er eitt amboð hjá elfeløgum til áhaldandi at hava eltrygdina í hásæti.
SEV søkir í hesum døgum eftir rakstrarleiðari til trygdargóðskuskipanina, sí leys størv.
Ein høvuðsuppgáva hjá nýsetta rakstrarleiðaranum verður at skipa fyri hesum arbeiði, ið skal vera liðugt í seinasta lagi 1. oktober 2006. Rakstrarleiðarin hevur ábyrgdina av eltrygdini, og at ravmagnsvirksemið hjá SEV verður rikið samsvarandi 5. bólki í sterkstreymsreglugerðini.