Rakstrarúrslitið hjá SEV í 2010 verður nakað verri enn roknað varð við sambært uppruna rakstrarætlanini, sum vísti eitt hall uppá 36,6 mió. kr. eftir avskrivingar.
Sambært bókhaldstølini fyri fyrstu 9 mánaðirnar av árinum, er hallið fyri hetta tíðarskeiðið uml. 32 mió. kr. Men eftir metingunum nú verður roknað við einum halli uppá 52 mió. kr. fyri alt árið 2010 eftir avskrivingar.
Hetta sigur nevndin í SEV í frágreiðing síni um búskapargongdina síðani ársaðalfundin í apríl, sum varð løgd fyri eykaaðalfundin í felagnum á Hotel Føroyum fyrrapartin. Umframt gongdina síðani ársaðalfundin verður greitt frá gongdini alt árið higartil, eins og mett verður um væntaða úrslitið við árslok.
Oljuprísurin høvuðsorsøkin
Tað er fyrst og fremst oljuprísgongdin, saman við óbroyttum inntøkum, ið er orsøkin til stóra hallið.
Oljuútreiðslurnar verða væntandi einar 122 mió. kr. ella 16 mió. kr. størri enn roknað varð við, tá tillagaða fíggjarætlanin varð løgd fyri aðalfundin í vár.
- Samanumtikið kann sigast, at úrslitið fyri 2010 verður alt annað enn nøktandi, fyrst og fremst orsakað av høgum oljuprísum, men eisini av, at elprísirnir í longri tíð ikki eru dagførdir og tillagaðir øktu útreiðslurnar, sigur nevndin í frágreiðing síni.
Elframleiðsla og nýtsla
Sambært frágreiðingini var elframleiðslan í 2009 275,5 mió. kWh, harav vatnorka stóð fyri 92,4 mió. kWh ella 33,5% av framleiðsluni og vindur fyri 15 mió. kWh ella 5,5% av framleiðsluni.
Náttúran broytist frá ári til ár og við henni eisini framleiðslan úr vatni og vindi. Broytingarnar eru bæði upp og niður frá tíð til aðra. Vatnorkuframleiðslan var væl undir meðal í 2009.
Í 2010 verður vatnorkuframleiðslan uppaftur verri enn í 2009.
Fossáverkið hevur ligið stilt stóran part av árinum í sambandi við umvælingar.
Fyrstu 10 mánaðirnar av 2010 er vatnorkuframleiðslan 16,6 mió. kWh minni enn somu tíð í fjør. Høvðusorsøkin til hetta er, at Fossáverkið hevur ligið stilt til umvælingar ein stóran part av árinum. Í sama tíðarskeiði var vindorkuframleiðslan uml. 1,3 mió. kWh minni.
T.v.s. at fyrstu 10 mánaðirnir í ár er framleiðslan frá varandi orkukeldum samanlagt uml. 17,9 mió. kWh minni enn somu tíð í fjør. Hesir 17,9 mió. kWh gera saman við eitt sindur hægri elnýtslu og -framleiðslu, at termiska framleiðslan vaks munandi 10 teir fyrstu mánaðirnir ella 22,9 mió.kWh.
Inntøkurnar í 2010
Útreiðslurnar til rakstur av elverkunum (umframt oljuútreiðslur) og til býtisvirkir og fyrisiting, íroknað ymiskar felagsútreiðslur, hava samanlagt fyrstu 9 mánaðirnar av árinum verið áleið tað, ið roknað er við í rakstrarætlanini.
Tó er nakað óvæntað komið afturat. Talan er um neyðuga umvæling av 60/20 kV transformaranum á Eiðisverkinum og umvæling av avbrenda generatorinum á Fossáverkinum.
Tríggir ymiskir faktorar ávirka høvuðsinntøkuna hjá SEV, ið er søla av elmegi. Hesir eru: 1) Elprísbroytingar, 2) Broytingar í elnýtsluni og 3) Forskjótingar ímillum ymiskar kundaprísbólkar.
Frá fundi á Eiði í apríl í ár um orkusparing, sum orkuráðgevingin hjá SEV skipaði fyri. Stundir vóru eisini til at taka harmonikuna og stokkarnar fram.
Í fleiri ár á rað er inntøkan vaksin nærum uttan undantak, orsakað av vaksandi elnýtslu. Elprísirnir fyri hvønn kundabólk sær hava verið óbroyttir fram til 1. januar 2008, tá allir elprísirnir hækkaðu 10 oyru/kWh. Bæði í 2009 og 2010 vórðu umsóknir frá SEV um loyvi at hækka prísirnar ikki gingnar á møti.
Elnýtsluvøksturin steðgaði í 2009, men framleiðslutølini fyrstu 10 mánaðirnar av 2010 benda á ein árligan vøkstur í nýtsluni uppá 1,8 % í løtuni.
- Um hettar verður gongdin restina av árinum, er ilt at meta um, men í løgdu fíggjarætlanini fyri 2011 er roknað við, at vøksturin verður 0,9 % frá 2009 til 2010 og ongin frá 2010 til 2011, sigur nevndin í SEV.
Umleið tveir triðingar av søluni verða gjørdir upp við avlestri hjá kundunum einaferð um árið, og tá verður staðfest, hvat sølan til tann einstaka kundan hevur verið. Avlisið verður í desember á hvørjum ári.
Roknað verður ikki við vøkstri í elnýtslununi í komandi ári.
Bókaða inntøkan upp á 215 mió. kr. fram til 30. september 2010 kann ikki beinleiðis umroknast til eina fulla ársinntøku, tí umleið tveir triðingar av bókaðu inntøkunum eru grundaðir á akontorokningar, sum verða endaliga uppgjørdar við avlestri um árslok. Harumframt kunnu ávísir skeivleikar vera í periodiseringum av akontoratum og inntøkum annars, sum ikki falla javnt mánað fyri mánað.
Út frá frammanfyri nevndu viðurskiftum, uppgerðum higartil, bókaðum íbindingargjøldum í framleiðslutølum o.a., verður mett, at samlaða inntøkan fyri alt árið 2010 helst verður áleið 279,5 mió. kr.
Útreiðslurnar
Útreiðslurnar til oljukeyp eru beinleiðis tengdar at prísbroytingum á heimsmarknaðinum umframt at elnýtslubroytingum og sveiggjum í vatn- og vindorkuframleiðsluni.
Oljuprísirnir, sum SEV skal gjalda, eru tengdir at prísnoteringini á oljumarknaðinum og USD-kursinum.
Prísirnir á tungoljuni, sum SEV brúkar, fylgja marknaðarprísinum, sum hevur verið ógvuliga óstøðugur og hevur havt lyndi at hækka seinastu fimm árini.
Smyril bunkrar tungolju á Sundi.
Príssveiggini hava gjørt tað trupult at meta rætt um oljuútreiðslurnar til fíggjarætlanirnar seinastu árini. Soleiðis vóru oljuútreiðslurnar undirmettar í fíggjarætlanini fyri 2008, yvirmettar í 2009 og nú aftur í 2010 undirmettar.
Í endurskoðaðu fíggjarætlanini, sum varð løgd fyri aðalfundin í apríl í ár, gjørdu broytingarnar frá november 2009 til apríl í ár, at væntaða oljuútreiðslan varð hækkað úr 96 uppí 106 mió. kr.
Nú, íð árið fer at halla, vísir tað seg, at oljuútreiðslurnar helst verða einar 122 mió. kr.
Hettar er fyrst og fremst orsakað av hækkaðum oljuprísum, men eisini - sum nevnt frammanfyri - av munandi størri termiskari framleiðslu.
Aðrar rakstrarútreiðslur
Útreiðslurnar til rakstur av elverkunum (umframt oljuútreiðslur) og til býtisvirkir og fyrisiting (íroknað ymislar felagsútreiðslur) hava fyrstu 9 mánaðirnar av árinum samanlagt verið áleið tað, ið roknað er við í rakstrarætlanini.
Tó er nakað óvæntað komið afturat av umvælingarútreiðslum og niðurskrivingum av bókaðum virðum. Talan er um neyðuga umvæling av 6/20 kV transformaranum á Eiðisverkinum og umvæling av avbrenda generatorinum á Fossáverkinum.
Eiðisverkið verður í løtuni útbygd at hýsa 3. turbinuni.
Bókaðu virðini av partapeningi í og láni til P/F Sewave, tilsamans góðar 4,5 mió. kr., eru niðurskrivað til 0,- sum rakstrarútreiðsla, aftaná at alduorkuætlanin er steðgað, soleiðis sum greitt er frá í frágreiðing nevndarinnar um virksemið síðani ársaðalfundin.
Ein ávísur seinleiki er í bóking av hesum, m.a. orsakað av, at rokningar kunnu vera seinkaðar í mun til veitingartíðina. Væntast kann tó kortini, at rakstrarætlanin á hesum økjum sum heild fer at halda.
Renta
Roknað verður við, at nettorentuútreiðslurnar verða áleið sum ásett í fíggjarætlanini, t.e. knappar 10 mió. kr. Núverandi langtíðarlánini hjá SEV hava fasta rentu í 2010.
Í 2010 eru/verða tikin tilsamans 90 mió. kr. í lánum, harav 60 mió. kr. frá Íleggingargrunninum til fígging av Eiði 2-verkætlanini. Hesi eru til fasta rentu í byggitíðini, og rentan skal endaliga avtalast í 2013.
Avskrivingar av anleggum
Avskrivingarnar av anleggum eru mettar at vera 56 mió. kr. í 2010. Tá er avskriving av partabrøvum í og lán til P/F SeWave og avskriving av debitorskuld ikki íroknað.
Anleggsavskrivingarhátturin varð broyttur frá 1. januar 2009, tá myndugleikarnir áløgdu SEV at uppskriva anleggsvirðini og samstundis leingja avskrivingartíðirnar soleiðis, at netparturin hereftir verður avskrivaður yvir 35 ár, vatnorka yvir 50 ár og stóru termisku verkini yvir 25 – 30 ár.
Frammanundan hevði avskrivingarhátturin verið óbroyttur í mong ár. M.a. vórðu dieselmotorar og býtisvirkir avskrivað yvir uml. 15 ár og vatnorkuverk yvir 20 ár. Hettar svarar nøkurlunda til avdráttirnir av teimum lánum, ið upprunaliga vóru til fígging av íløgunum.
Longda avskrivingartíðin fyri nýggjar íløgur fara, um avskrivingarnar verða lagdar til grund fyri elpríspolitikkinum, at fáa tær óhepnu fylgjur, at so verða ikki ráð til at afturgjalda lánini av nýggju íløgunum líka skjótt sum áður. T.d. skulu lán til vatnorkuíløgur afturgjaldast eftir 50 árum. Hettar fer helst at seta serlig krøv til lánstreytirnar og til endurfíggingarmøguleikar í avskrivingartíðini.
Íløgur, lántøka og likvidetur
Sambært upprunaligu íløguætlanini fyri 2010 varð roknað við íløgum fyri í alt 106,3 mió. kr.
Nú, ið árið er farið at halla, kann staðfestast, at íløgurnar í árinum verða munandi minni ella helst ikki meira enn einar 80 mió.kr. mió. kr.
Tað eru ymisk viðurskifti, sum hava gjørt, at íløgurnar gjørdust munandi minni enn ætlað. M. a. er onki brúkt til vindorku. Vindorka skal bjóðast út, og um SEV fær uppgávuna, verða íløgur gjørdar næsta ár á hesum øki. Heldur ikki verða allar tær 60 mió. kr. til Eiðisverkætlanina brúktar, eins og væntaða íløgan í alduorku verður av ongum.
SEV er við í kappingini um at seta tríggjar vindmyllur upp aftrat í Neshaga, har SEV frammanundan hevur fýra myllur standandi. Umsóknarfreistin er úti 11. februar 2011.
Samstundis sum íløgumálini í 2010 sum nevnt ikki verða rokkin til fulnar, verður roknað við, at gjaldførið við árslok verður einar 25 mió. kr. og lánibyrðan av føstu lánunum einar 217 mió. kr. Høvdu íløgurnar verið hægri, var gjaldførið samsvarandi minni. Møguliga verður innkeyp av eini last av tungolju flutt, soleiðis at hon fellur til gjaldingar eftir ársskiftið. Tá verður gjaldførið meira enn 20 mió. kr. størri á nýggjárinum.
Viðtøkubroytingarnar, ið komu í gildi
SEV skattskyldugt
Sum nevnt í frágreiðing nevndarinnar til aðalfundin seinasta heyst, er virknaðurin av hesum tann, at SEV er vorðið skattskyldugt, og at neyðugt verður at fáa aðra trygd fyri bæði verandi og komandi lánifígging. Verandi lániveitarar hava fingið játtað veð í ognum hjá SEV.
Sambært 10 ára íløguætlanini verða íløgurnar einar tvær milliardir kr. Hetta skal fyri størsta partin lánifíggjast. Tí verða fíggingarmøguleikar og lánstreytir avgerandi partar av karmunum í sambandi við at fremja 10 ára ætlanina.
Ein av spurningunum í hesum sambandi er, í hvønn mun stóru broytingarnar, sum hava verið seinastu tvey árini á peningamarknaðinum, ávirka fíggingarmøguleikarnar framyvir.
- Sum støðan er í dag verður rátt til at hava neyðuga fígging upp á pláss, áðrenn bindandi avtalur verða gjørdar um størri íløgur, sigur nevndin í SEV í frágreiðing síni, sum varð tikin til eftirtektar á eykaaðalfundinum fyrrapartin.