SEV hevði 25,4 milliónir krónur í rakstraravlopi fyrra hálvár 2007, og tað er munandi betri enn upprunaliga mett.
- Ein orsøk er, at vøksturin í elnýtsluni er vaksin meira enn tvífalt tað, sum upprunaliga var mett í fíggjarætlanini fyri 2007. Eisini er staðfest, at rakstrarútreiðslurnar higartil eru munandi lægri enn ásett í fíggjarætlanini, vísir Klæmint Weihe stjóri á.
Vøksturin í elnýtsluni fyrra hálvár 2007 hevur verið 6,1 prosent, og um hendan gongdin heldur fram, verður vøksturin í elnýtsluni við ársenda umleið 8,1 prosent.
- Góða úrslitið gevur helst SEV møguleikan at endurskoða prísásetingina í heyst, og stýrið fer í næstum at taka spurningin upp í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2008, sigur Leivur Hansen, stýrisformaður.
Uppskot um fíggjarætlan fyri 2008 verður lagt fyri umboðsnevndina í november. Elprísirnir hava verið óbroyttir seinastu sjey árini.