SEV orðað missión, visión og virðir

SEV merkir nú eisini: Samstarv, Eldhugi og Virðing, og hetta er nú eisini grundarlagið undir øllum arbeiði í elfelagnum.

Leiðsla og starvsfólk í SEV hava í felag orðað missión, visión og virðir sum grundarlag undir øllum arbeiði í felagnum.

Hugskotið til hetta kom fram í fyrilestri, sum stjórin helt á starvsfólkafundi fyri einum ári síðani. Samstundis boðaði hann frá, at farast skuldi undir arbeiðið beinanvegin, og at tað skuldi vera liðugt fyri summarfrítíðina í ár.

Hetta eydnaðist eisini, og nú er skjalið komið í snøggari, prentaðari útgávu og flýggjað øllum teimum stívliga 150 starvsfólkunum til áminningar.

Stýringsamboð

Talan er um eitt stýringsamboð, ið skal brúkast sum kumpass at navigera eftir - bæði mótvegis hvør øðrum sum starvsfeløgum og ikki minst okkara viðskiftafólkum, tá ið um røkt og tænastuveitingar ræður.

Missiónin sigur, hví vit eru her, visiónin hvagar vit ítøkiliga ætla okkum og virðini, hvussu vit síggja okkum og hvat ið er berandi í dagliga virki okkara.

Missiónin hjá SEV er at tryggja samfelagnum elmegi við høgari góðsku fyri samhaldsfastan prís og á burðardyggan hátt.

Visiónin er, at SEV framhaldandi vil vera lívæðrin í samfelagnum. Felagið vil ganga á odda í strembanini eftir at menna eitt samfelag, sum byggir á varandi orkukeldur.

Týdningarmestu virðini í dagliga virksemi okkara eru (við navni felagsins sum íblástri) Samstarv, Eldhugi, Virðing.

Fortreyt fyri framtíðar menning

Nevndin í SEV, sum eisini hevur verið við í arbeiðnum, viðurkennir, at orðingin av felags samleikanum millum starvsfólk, leiðslu og eigarar er ein fortreyt fyri, hvussu livilig fyritøkan er og fyri víðari menningini av SEV.

- Týdningarmest er tó, at virðisgrundarlagið veksur og búnast. Føgur orð eru vakrast í verki, sigur Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður og leggur aftrat:

- Vónandi verður virðisgrundarlagið ein grundarsteinur í royndini hjá SEV at byggja Føroyar sum eitt land við egnari orkutrygd og við ábyrgd móti komandi ættarliðum av tilvitaðum orkubrúkarum.

Oddafiskur í føroyska samfelagnum

Hákun Djurhuus, stjóri, sigur, at eitt og hvørt virki, sum arbeiðir á ein skipaðan og framsøknan hátt við ætlanum, politiki og mannagongdum, hevur fyri neyðini at lýsa missión, visión og virðir, soleiðis at fatanin av virkinum verður einsháttað.

- SEV ynskir eisini á hendan hátt at vera oddafiskur í føroyska samfelagnum, sigur Hákun Djurhuus.

Vilt tú vita meira um Missión, Visión og Virðir hjá SEV, far so út aftur á forsíðuna og trýst á SEV og síðani Missión v.m. 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking