SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   SEV og vindorkan

SEV og vindorkan

SEV og vindorkan
Jóhan í Niðristovu hevur seinastu dagarnar verið nógv frammi í miðlunum við sínari mynd av støðuni á vindorkuøkinum til fyrimunar fyri hansara privata smápartafelag Vindrøkt (fyrr Sp/f Røkt).

Hetta við orðavendingum, har hann ákærir felagsskapin SEV fyri ikki at siga allan sannleikan, og fyri ikki at vilja Føroya fólki tað besta. Álvaratos, eg haldi, at tað er eitt mark fyri, hvat kann fyrigyklast Føroya fólki, og vil eg her loyva mær at siga mína áskoðan í málinum.

Hvat,  ið er hent fyri 10 árum síðani, kann eingin brúka til nakað í dag. Vit eru komin fram til 2013, og skulu virka út frá teimum lógum og mannagongdum, sum nú eru galdandi.

Allur avgerðarrættur í samband við útbjóðing av vindmyllum liggur hjá almenna myndugleikanum, og ikki hjá SEV.  Soleiðis hevur verið líka síðani 2007.

Tað er Sp/f Vindrøkt, sum aftur hesaferð hevur kært avgerðina hjá myndugleikanum, um at geva vindframleiðsluloyvi til SEV, til Vinnukærunevndina. Eg haldi, at Vinnukærunevndin skal hava frið til at viðgera kærumálið.

SEV er ein felagsskapur við sera vælkvaliseraðum starvsfólkum, sum eru fulltíðar starvsett og hava holla vitan innan elorkuøkið. Vindmylluprojektið úti í Neshaga og ætlanin í Húsahaga prógva, at SEV hevur hollastu vitanina í landinum. Mínar royndir sum nevndarformaður í SEV eru, at projektir í hesum prísflokki eru ikki “vinstrahonds arbeiði “, men mugu takast í fullum álvara.

Seinastu 10 árini hava prógvað, at tøknin stendur ikki í stað heldur ikki innan vindorku. Starvsfólkahópurin hjá SEV hevur seinastu árini fylt sera væl við, og kann Føroya fólk, um SEV sleppur at halda fram, heysta vinning av tí við projektinum í Húsahaga.

SEV hevði betra tilboðið uppá at seta upp 13 vindmyllur við einum muni uppá 5,9 oyru/kWt. Hesin munur, sum verður til einar 36 mió. kr. yvir 15 ár, er ein beinleiðis vinningur hjá Føroya fólki. Um Sp/f Vindrøkt skal hava framíhjárætt at vinna útboðið, so merkir tað, at privata smápartafelagið fær hendan vinning.

SEV hevur fyrireikað vindmylluprojektið í Húsahaga væl og virðiliga og er til reiðar at arbeiða so skjótt sum møguligt at fáa myllurnar í vinnu. Okkara veitarar eru klárir.

Jóhan í Niðristovu tak tað nú sum ein maður, kapping er góð fyri okkum øll.
Sørvágur, tann 22. mai 2013.
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking