SEV og maskinmeistararnir gjørt nýggjan sáttmála

SEV og Maskinmeistarafelagið samdust í morgun um nýggjan tvey ára sáttmála, sum er treytaður av góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum.

SEV og Maksinmeistarafelagið undirskrivaðu klokkan seks í morgun nýggjan lønarsáttmála, sum er galdandi í tvey ár frá 1. juli at rokna.

Fyrra árið hækkar lønin 1,7 prosent og seinna árið 2,5 prosent. Harafturat eru nakrar broytingar, sum kosta nakað omanfyri eitthundrað túsund krónur um árið.

Semjan er treytað av, at Fíggjarmálaráðið góðkennir sáttmálan.

Semingsfólkini, Turið Debes Hentze og Jákup í Gerðinum, vóru við á fundinum, sum byrjaði klokkan 19.00 í gjárkvøldið. Partarnir samráddust út í eitt til tíðliga í morgun.


17.03.2025
Earth Hour 2025