Maskinmeistarafelagið og SEV skrivaðu í morgun undir nýggjan eitt ára sáttmála. Maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV, fáa sambært sáttmálanum 0,9 prosent í lønarhøkking - galdandi frá 1. juli í ár.
Partarnir eru eisini samdir um, at tíðin, sum fer til ferðing til skeið uttanbíggja ella uttanlands, er at rokna sum arbeiðstíð.
Maskinmeistarastørvini hjá SEV verða lýst nærri í sáttmálaskeiðnum, serliga við atliti at broytingum, ið kunnu hava við sær umflokkingar.
Partarnir kunnu í fyrstu lagi siga sáttmálan upp til 1. juli 2006. Uppsagnarfreistin er tríggir mánaðir.