SEV og Magn søktu í felag um loyvi at byggja vindmyllulundina í Húsahaga, tí tað var skilabesta loysnin fyri SEV eftir galdandi skipan á vindorkuøkinum.
Tvey vindútútboð hava verið sambært Elveitingarlógini – eitt í Húsahaga og eitt í Neshaga. Longu í 2010 samtykti nevndin í SEV ta meginreglu, at øll, sum vendu sær til SEV, skuldu fáa sama jaliga svar um samstarv, har SEV játtaði at luttaka við upp í 35 prosentum av innskotinum. Hetta var tó treytað av, at aðalfundurin hjá SEV tók undir við hesum. Sum ein liður í útboðnum undangóðkendi Elveitingareftirlitið hesar fimm umsøkjarar: P/F Effo saman við Sp/F Navia, SEV, Sp/f Røkt (seinni Vindrøkt), P/F Magn og Norðvind. Flestu teirra settu seg í samband við SEV.
Í seinna útboðnum setti Sp/f Vindrøkt seg í samband við SEV. Partarnir tóku upp samráðingar um samstarv í samband vindútboð í Húsahaga. Samráðingar hildu á eina tíð, men einki úrslit spurdist burturúr. SEV bjóðaði Sp/f Vindrøkt møguleikan, at Sp/f Vindrøkt kundi luttaka við 1/3 ognarparti, um SEV vann, og SEV ynskti sama møguleika at luttaka í verkætlanini hjá Sp/f Vindrøkt, um Sp/f Vindrøkt vann. Hetta var treytað av, at aðalfundurin hjá SEV tók undir við hesum. Undir samráðingunum kom fram, at Sp/F Vindrøkt í sínum boði samstarvaði við P/F Effo og P/F Vinnuna í Gøtu.
Í døgunum beint undan innlatingarfreistini, 17. desember 2012, setti P/F Magn seg í samband við SEV við fyrispurningi um, hvørt P/F Magn kundi gerast partur av boðnum hjá SEV. Elfelagið metti seg kunna geva P/F Magn sama tilboð sum Sp/f Vindrøkt hevði fingið stutt frammanundan. SEV og P/F Magn gjørdu síðani ætlanarskriv, og sambært hesum skrivi kann P/F Magn eiga upp í 33 prosent av partafelagnum, sum ætlandi skal eiga og reka vindmyllulundina í Húsahaga. Ein fyritreyt er, at aðalfundurin hjá SEV tekur undir við hesum.
SEV hevur skrivað frágreiðing í málinum, sum kann lesast her.