Battarískipanin verður partur av vindorkuverkætlanini í Suðuroy, og er eitt týðandi fet á grønu kósini
SEV hevur gjørt avtalu við heimsumfevnandi fyritøkuna Hitachi Energy um veiting av battarískipan, sum skal knýtast upp í vindorkuverkætlanina í Porkeri. Partur av verkætlanini er eisini synkronkompensator frá ABB.
Battarískipanin í Porkeri er sermerkt við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv. Hetta merkir, at hon viðhvørt eisini kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar, og at elframleiðslan í Suðuroy til tíðir kann vera 100 prosent burðardygg.