SEV økir vindorkuframleiðsluna

Seks milliónir krónur eru settar av á fíggjarætlanini fyri 2007 til at útbyggja vindorkuna.

Næsta ár fer SEV undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at økja vindorkuframleiðsluna í Neshaga oman fyri Toftir. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu nógvar vindmyllur skulu setast upp afturat, men í fíggjarætlanini fyri 2007 eru settar seks milliónir av til at útbyggja vindorkuna. Umboðsnevndin samtykti fíggjarætlanina á umboðsnevndarfundi fríggjadagin 1. desember.

Ætlanin er, at nýggjar vindmyllur skulu takast í nýtslu í 2008, og tilsamans er verkætlanin mett at kosta á leið 18 milliónir krónur.

Útbyggingin er ein liður í at røkka málinum, sum SEV hevur sett sær at økja framleiðsluna við varandi orkukeldum. Í dag stava umleið 45 prosent av elframleiðsluni frá varandi orkukeldum, og 55 prosent koma frá oljuverkunum. Mett verður, at vøksturin í elnýtsluni næstu 10 árini fer at bera við sær, at elframleiðslan økist 22 prosent fram til 2015. SEV ætlar, at hesin vøksturin í elnýtsluni skal nøktast við varandi orkukeldum.

SEV skal áhaldandi vera eitt stig frammanfyri og útbyggja til framtíðartørvin. Sambært setta málinum skal framleiðlsumyndin koppast á høvdið, soleiðis at 55 prosent av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum í 2015 og 45 prosent frá oljuriknu verkunum.

Tað er eisini vorðið meira átrokandi at útbyggja vindorkuna, eftir at Yvirfriðingarnevndin enn ikki hevur givið loyvi til at halda fram við vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni. Yvirfriðingarnevndin krevur, at ein árinskanning verður gjørd fyrst. Tað ganga helst tvey ár, áðrenn úrslitini av kanningini eru klár.

Royndirnar frá teimum trimum vindmyllunum í Neshaga, sum SEV tók alment í nýtslu 15. juli í fjør, vísa, at staðið er væl valt til vindorkuframleiðslu.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking