Øllum kunnugt er seinasta skotið latið av í Sandoyartunlinum, og hol er ígjøgnum til Sandoynna. Nú verður ferð sett á vegagerðina í tunlinum og harvið eisini kaðallegging.
Eingin undirsjóvartunnil uttan streym. Umframt til ljós í tunlinum krevst streymur eisini til pumpur, viftur o.l.
Montørar hjá SEV hava í langa tíð arbeitt í myrkrinum undir havsins botni við kaðallegging. Teir eru komnir smáar 5 kilometrar inn í tunnilin, sum er smáar 11 km langar, og harvið longsti tunnil í Føroyum. Í løtuni arbeiða teir tískil uml. 155m undir havbotninum.
Arbeiðið í tunlinum er eisini partur av størri verkætlan at knýta økini saman. Arbeitt verður tí harumframt við einum grevstri, sum gongur frá koplingarstøðini í Húsahaga og sum skal enda í einari koplingarstøð á Sandi.
Sambært verkætlanini verða 10 transformarastøðir í tunlinum, umframt ein uttanfyri hvønn tunnilsmunna. Væntandi eru allir kaðlarnir lagdi móti sumri.
Vanliga eru 4 montørar og draga út hvørja ferð. Harumframt verður kranabilur brúktur at draga kaðlarnar út við og lítil gravimaskinu, sum koyrir aftaná kranabilinum og leggur kaðalin í grøvina. Tá kaðlarnir eru lagdir, verða skoyti gjørd, áðrenn NCC tyrvir kaðlarnar.
Rakstrardeildin er so smátt byrjað at planleggja arbeiðið at montera trafostøðir. Tær fyrstu 4 verða klárar at montera 1 mai, og eftir ætlan verður okkara arbeiði í tunlinum liðugt um ársskiftið 2022/23.