SEV er sinnað at lata teimum, sum fyrireika langhyl í Vági, ókeypis hita.
Tað hava fyrireikararnir nú upplýst fyri Mentamálaráðnum.
SEV hevur játtað at lata teimum avlopshitan frá Vágsverkinum fyri einki til langhylin og høllina, sum ætlanin er at gera beint við elverkið á Oyrunum í Vági. Samlaði byggikostnaðurin er mettur til 12 miljónir krónur.
Vil ongar útreiðslur hava
SEV hevur tó gjørt vart við, at felagið ikki vil hava útreiðslur av teimum broytingum, ið skulu til fyri at fáa avlopshitan úr elverkinum yvir í høllina.
Men tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin hjá fyrireikarunum, siga teir.
Nógmikið av avlopshita fæst frá Vágsverkinum til at hita bæði svimjihyl, høll, brúsur og annars alt heitt vatn, sum brúk verður fyri.
Mett verður, at tað fer at kosta eina miljón krónur at reka høllina um árið.
Verður eisini vælverudepil
Umframt 50 metra langhylin, er ætlanin at hava vælverudepil í høllini við sauna, heitum potti, gosbaði og øðrum hentleikum.
Fyrireikararnir hava søkt Vágs Býráð um byggiloyvi og vænta at fáa jaligt svar haðani í næstum.
Higartil hava teir fingið tilsøgn um tríggjar miljónir krónur í stuðuli til verkætlanina, og roknað verður eisini við fýra miljónum í stuðuli frá landinum.
Sum skilst eru góð útlit fyri at fáa írestandi fimm miljónirnar til høldar, soleiðis at tey røkka málinum um at útvega tær 12 miljónirnar, sum verkætlanin er mett at kosta.
Mentamálaráðið hevur kunnað fíggjarnevndina hjá løgtinginum um nýggjastu gongdina í málinum í sambandi við nevndarviðgerðina av fíggjarlógini fyri næsta ár.