SEV latið umsókn inn til vindmyllulund í Suðurstreymoy

Fyrr í vetur var elfelagið SEV frammi við ætlanini um eina vindmyllulund í Suðurstreymoy, men tá var aftursvarið, at útbjóðingartreytirnar í elveitingarlógini vóru ein forðing fyri at fremja ætlanina.


Fyrr í vetur var elfelagið SEV frammi við ætlanini um eina vindmyllulund í Suðurstreymoy, men tá var aftursvarið, at útbjóðingartreytirnar í elveitingarlógini vóru ein forðing fyri at fremja ætlanina.
Nú Føroya Løgting júst hevur broytt lógina á hesum økinum, hevur elfelagið SEV orðað eina umsókn, sum bleiv borin Vinnumálaráðnum í seinastu viku.
Søkt verður um loyvi til at seta upp 13 stk. vindmyllur av slagnum Enercon 900 kW í Húsahaganum í Tórshavn. Við eisini at uppseta eina stabiliserandi battarískipan, meta vit, at lundin kann framleiða umleið 46 GWt um árið, og fer hetta at spara okkum fyri eina oljunýtslu uppá einar 10.000 tons árliga, sum við dagsins prísum kosta um 40 mió.kr.
Vit meta samlaða kostnaðin av ætlanini til umleið 140 mió.kr.
Saman við vindorkuverkætlanini í Neshaga, sum verður framd í løtuni og útbyggingini á Eiðisverkinum, verður samlaða elframleiðslan úr varandi orkukeldum tá 67%.
Við skjótari avgreiðslu av málinum kann lundin setast upp og takast í nýtslu longu næsta summar.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking