SEV hevur í dag bíliagt ein nýggjan sjókaðal til Sandoynna frá italsku kaðalverksmiðjuni, Prysmian. Kaðalin kostar góðar 19 milliónir krónur, og kostnaðurin tilsamans er mettur til 22 milliónir krónur, tá kaðalin er lagdur.
Kaðalin verður liðugur 1. juli næsta ár, og ætlanin er at leggja hann um Skopunarfjørð beint eftir ólavsøku. Um alt gongst eftir vild, kann sjókaðalin takast í nýtslu longu í august næsta ár. Tá verður Sandoyggin aftur bundin í meginøkið.
Brek var staðfest á gamla sjókaðlinum, sum gongur millum Kirkjubø og Skopun, í februar í ár, og oljurikna verkið í Skopun hevur síðani veitt oynni streym. Í summar royndi kaðalskipið Nautilus Maxi at umvæla kaðalin, men tað miseydnaðist.
Tá Sandoyggin aftur fær streym frá meginøkinum, verður verkið í Skopun steðgað, men framhaldandi brúkt sum eykaverk.