SEV kann framleiða bíligastu vindorkuna í Føroyum.
Hetta varð greitt, tá tilboðini upp á at gera nýggja vindorku vórðu handað og latin upp á skrivstovuni hjá Elveitingareftirlitinum á Skálatrøð 20 í Havn á middegi.
Tilsamans komu sjey tilboð inn frá trimum feløgum. Umframt tvey tilboð frá SEV, komu fýra tilboð inn frá sp/f Røkt og eitt frá P/F Effo og sp/f Navia.
Elveitingareftirlitið undangóðkendi í august í fjør fimm umsøkjarar til tey 3 MW av nýggjari vindorku, sum boðin vórðu út í hesum umfari, men tá ið umsóknarfreistin var úti kl. 12 í dag, vóru tilboð bert komin frá trimum feløgum.
SEV bæði lægst og næstlægst
SEV hevði bæði lægsta og næstlægsta tilboðið.
Ari Johanneson og Jógvan Thomsen frá Elveitingareftirlitinum. Sitandi Johan Dahl, landsstýrismaður í elveitingarmálum.
SEV bjóðar sær at lata streym frá trimum 900 KW vindmyllum í Hoyvíkshaganum fyri 40 oyru fyri kilowatttíman. Í øðrum lagi bjóðar elfelagið sær at lata streym frá trimum myllum í Neshaga (har felagið frammaundan hevur fýra myllur) fyri 41 oyru fyri kilowatttíman.
Effo og Navia bjóða sær at lata streym frá trimum myllum í Neshaga fyri 47 oyru fyri kilowatttíman fyrstu fimm árini og 54 oyru fyri kilowatttíman frá 6. til 20. árið.
Johan í Niðristovu, stjóri í Røkt (h.m.) og Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV (v.m.).
Tey fýra tilboðini frá Røkt fevndu um Neshaga, Norðihaga í Kvívík, Mittasta Reyn (nærindis verandi myllum hjá felagnum á Mýrunum í Vestmanna) og á Mýrunum. Her lá prísurin millum ávikavist 51, 49,5, 53 og 54 oyru fyri kilowatttíman.
Endaligi vinnarin ikki funnin
- Enn er kortini ikki greitt, hvør ið verður endaligur vinnari av útbjóðingini. Prísurin avgerð ikki hetta einsamallur, legði Ari Johanneson, ráðgevi á Elveitingareftirlitinum, dent á, eftir at tilboðini vóru latin upp.
Finn Jakobsen, tekniskur stjóri á SEV (v.m.) og Terji Nielsen, verkætlanarleiðari á SEV (í miðjuni).
Sambært útbjóðingartreytunum verður loyvi veitt tí umsøkjara, sum gevur tilboð um lægsta prís, hevur bestu teknisku loysnina og hvørs virkislýsing verður mett sannførandi og sterk.
Viðvíkjandi teknisku loysnini verður serliga mett um í hvønn mun ætlanin kann viðføra høga gagnnýtslu av vindorkuni, veitingartrygd og elgóðsku.
Elveitingareftirlitið fer nú saman við serfrøðingum at nærlesa øll sjey tilboðini, har viðgerðin verður bygd á eina heildarmeting, har omanfyrinevndu metingarstøði verða týðandi partar í viðgerðini.
Hevði vónað lægri prís
Jógvan Thomsen, stjóri á Elveitingareftirlitinum/Fjarskiftiseftirlitinum, duldi ikki fyri, at hann hevði vónað eitt sindur lægri tilboð ella sum hann tók til:
Niels Juel Nattestad, stjóri í EFFO (h.m).
- At tey lógu røttu megin tey 40 oyruni, sum Røkt í dag fær fyri sína vindframleiðslu.
Hann vísti eisini á, tá hann varð spurdur, hvørja ávirkan roknast kann við, at tilboðini fara at fáa á elprísin, at umframt kostnaðin til vindorkuframleiðaran kemur eisini kostnaðurin til tøkan mátt til at stabilisera netið.
- Hesin kostnaður er mettur til millum 5 og 15 oyru/kWh. Stór óvissa er tó við hesi meting, tí neyv tøl ikki eru til taks. Av tí at framleiðslan frá nýggju vindmyllunum bert verður 3-4% av samlaðu framleiðsluni, er greitt, at gongdin í prísinum fyri hin partin av framleiðsluni (olju og vatn) verður avgerandi fyri, um prísurin lækkar ella hækkar, sigur Jógvan Thomsen.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fegnast um, at SEV bæði hevði lægsta og næstlægsta tilboðið.
- Hetta vísir, at SEV er effektivt og kappingarført, og hetta er einum góðum starvsfólkahópi fyri at takka, sigur hann í stuttari viðmerking.
Meiri vindorku sum skjótast
Hetta er fyrstu ferð, Elveitingareftirlitið hevur boðið vindorku út, síðani tað varð skipað sum sjálvstøðugur stovnur í mars 2008 og fekk ábyrgdina av vindorkuútbyggingini í Føroyum.
John P. Danielsen, fíggjarstjóri, Jákup Suni Lauritsen, næstformaður, og Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV.
Í hesum sambandi var landsstýrismaðurin í elveitingarmálum, Johan Dahl, eisini hjástaddur, tá tilboðini vóru latin upp í dag.
Hóast hann harmaðist um, at ikki fleiri feløg hildu seg til at bjóða uppá arbeiðið, fegnaðist hann tó um, at so tætt var ímillum innkomnu tilboðini.
Johan Dahl sigur, at hann hevur heitt á leiðsluna á Elveitingareftirlitinum um skjótast til ber at bjóða enn meiri vindorku út.
- Sambært kanningum hjá Risø er pláss fyri umleið 12 MW av vindi á føroyska elnetinum. Við hesi útbjóðingini koma vit upp á umleið 7 MW, so rúm skuldi verið fyri umleið 5 MW aftrat, sigur landsstýrismaðurin í elveitingarmálum.
Elveitingareftirlitið væntar, at støða verður tikin til innkomnu tilboðini um ein mánaða ella so, og miðað verður eftir, at nýggja vindorkan skal vera klár at lata inn á elnetið seinni í ár ella í seinasta lagi á sumri næsta ár.
Trongt var við borðið.