Misskiljing tykist vera íkomin um orsøkina til, at Sp/f Røkt hevur fingið boð um at taka sílini úr nótunum og beina tey burtur.
Boðini eru ikki komin frá SEV. Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum hevur givið Sp/f Røkt boð um at taka sílini úr nótunum og beina tey burtur innan 20. apríl 2022. Somuleiðis skal øll aliútgerðin takast upp innan 3. mai og beinast burtur innan 1. juni 2022.
Henda avgerð hjá Heilsufrøðilig Starvsstovuni byggir á umhvørvislig og veteriner atlit, og er sum so ikki tengd at virkseminum hjá SEV í økinum.
Landsstýrið tók í 2000 avgerð um, at øll aling á vøtnum og í byrgingum í Føroyum skuldi steðgast. Avgerðin varð grundað á umhvørvislig og veteriner atlit og fyri at tryggja nøktandi sjúkufyribyrging. Sp/f Røkt fekk síðani undantaksloyvi at hava smáar nøgdir av sílum í byrgingini í Heygadali meðan onnur loysn varð funnin.
Henda samtykt er m.a. staðfest í løgtingslóg nr. 83 um aling av fiski v.m. frá 2009.
Hin 25. mai 2021 tekur Heilsufrøðiliga Starvsstovan avgerð um, at sílini í byrgingini í Heygadal skulu avlívast og útgerðin skal ruddast burtur.
Seinni í 2021 vil nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hava tíð at seta seg betur inn í málið og tekur avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni aftur.
Landsstýrismaðurin letur í 2022 málið aftur til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum staðfestir avgerðina frá 2021 um, at sílini skulu avlívast og útgerðin ruddast burtur.
Virksemið hjá SEV
Byrgingarnar hjá SEV skulu eftirhyggjast regluliga, og í 2013 var neyðugt við regluligum eftirliti av byrgingini í Heygadali, men tá var framvegis eingin onnur loysn á sílaalingini funnin. SEV boðaði frá eftirlitinum í góðari tíð, men Sp/f Røkt flutti ikki sílini.
Í 2014 skuldi eftirlitið fremjast, og tá avgjørdi Sp/f Røkt at flyta sílini í aðra byrging longri uppi í Heygardali, meðan eftirlitið varð framt, og SEV veitti tá vatn til hesa byrgingina.
Á sumri 2021 var aftur neyðugt við regluligum eftirliti av byrgingini í Heygadali. SEV boðaði Sp/f Røkt frá hesum fyrstu ferð í januar 2021, og eftirfylgjandi tvær ferðir. Sp/f Røkt tók tó ikki sílini úr byrgingini og málið dró út so leingi, at tað ikki longur var møguligt at fremja eftilitið, sum tískil varð útsett til árið eftir.
Sp/f Røkt hevur sostatt havt rímuliga tíð at finna loysn á, hvussu man vil herberga sílunum ta løtuna byrgingin er tóm, eins og man áður hevur gjørt, og í aðrar mátar hevur SEV ikki á nakran hátt lagt seg út í hetta mál.
SEV er ikki partur av avgerðini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og ei heldur partur av kæruni av hesi avgerð.