Páls Høll fær avlopshitan frá Vágsverkinum, og SEV fegnast um samstarvið við langhylin í Vági, tí talan er í roynd og veru um ein grønan hugburð í hesi verkætlanini, hóast hitin stavar frá einum oljuriknum verki.
Bæði vatnið í hylinum og hitaskipanin annars eru bundin í eina hitaleiðing frá Vágsverkinum, og sostatt verður oljan á verkinum gagnnýtt nógv betur.
- Tá Páls Høll á henda hátt brúkar avlopshitan, merkir tað, at vit raka tveir fuglar við einum skoti, og grønari fáa vit ikki gjørt tað, tá talan er um olju. Eg ynski annars vágbingum, suðuroyingum, ja øllum føroyingum hartaliga tillukku við langhylinum Páls Høll, ljóðar heilsanin frá Hákuni Djurhuus, stjóra í SEV.
Vágsverkið verður í løtuni bygt út til at nøkta vaksandi elorkutørvin í Suðuroynni, sum veruliga tók dik á seg, tá ið Varðin Pelagic fór undir virksemi á Tvøroyri.