Í gjár hátíðarhildu vit, at Annika F. Berg, htu-leiðari á SEV hevur lokið prógv sum master í tekniskari umhvørvisleiðslu á Danmarks Tekniske Universiteti. Í gjár hátíðarhildu vit, at Annika F. Berg, htu-leiðari á SEV hevur lokið prógv sum master í tekniskari umhvørvisleiðslu á Danmarks Tekniske Universiteti.
Talan er um eina 2 ára parttíðar útbúgving, sum Annika hevur lagt afturat verkfrøði útbúgving síni. Fleiri av uppgávunum, sum Annika hevur skrivað um, hava snúð seg um SEV. Útbúgvingin endaði við einum próvtøkuprojektið, har Annika hevur skrivað um sosiala kapitalin á SEV, og fekk hon próvtalið 12 fyri hetta.
SEV hevur stuðlað Anniku við at gjalda ein part av útbúgvingini. Sjálv sigur hon, at hetta hevur verið ein stævin tíð, har hon umframt sítt dagliga yrki hjá SEV, eisini hevur brúkt ein munandi part av síni frítíð til lesturin.
Ein masterútbúgving í tekniskari umhvørvisleiðslu hevur til endamáls, at menna tey lesandi til at skilja og samskipa loysnir innan umhvørvi og arbeiðsumhvørvi á tí privata og almenna økinum. Hetta verður gjørt við at nýta ta nýggjastu tøkni og nýggjastu vitan innan leiðslu.
Á innanhýsis samskomu í gjár fekk Annika handað blómutyssi, og í hesum sambandi helt hon ein lítlan fyrilestur um próvtøkuprojektið.
Vit á SEV ynskja Anniku hjartaliga tillukku við útbúgvingini.