Í dag kl 12:00 tók Jarðfeingi ímóti tilboðunum upp á uppsetan av 11,7 MW av vindorkumátti at knýta í elkervið. Í dag kl 12:00 tók Jarðfeingi ímóti tilboðunum upp á uppsetan av 11,7 MW av vindorkumátti at knýta í elkervið.
Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi tók ímóti tveimum boðum annað frá SP/F Vindrøkt og hitt frá SEV. Tilboðið frá Vindrøkt hevði ein prís upp á 37,5 oyru/kWt, meðan tilboðið hjá SEV hevði ein prís upp á 31,6 oyru/kWt. P/F Magn er við í verkætlanini hjá SEV, har teir fara at eiga ein týðandi part.
Johan Dahl, landsstýrismaður fegnaðist um útbjóðingina, og sær hann hetta sum ein fyrimun fyri elbrúkararnar.
“Vit takka fyri kappingina elbrúkarunum at frama, og fegnast vit samstundis um eitt framúr gott avrik hjá starvsfólkunum hjá SEV”, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV millum annað í stuttari røðu.
Jarðfeingi fer nú í holt við at kanna tilboðini, væntandi fyriliggur úrslit teirra um miðjan januar komandi ár.