Dansifrøi verður karmur um almenna móttøku fríggjadagin 27. november, kl. 15.00-18.00, tá ið SEV fer at lata norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina á 350.000 krónur víðari til Páls Høll.
SEV vann virðislønina í Reykjavík 27. oktober, og SEV boðaði beinanvegin frá, at elfelagið fór at stuðla Páls Høll við virðislønini. Nevndin í SEV grundaði hesa avgerð á ta sannroynd, at Páls Høll er ein verkætlan, har borgarar hava tikið tung tøk fyri at gera dreym til veruleika, og henda verkætlanin líkist grundhugsanini undir SEV, sum er ein samhaldsføst skipan, har vit lyfta í felag.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, og Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, fara at halda røðu. Eisini verður tónleikur og kórsangur á skránni, umframt at okkurt gott verður at eta og drekka. SEV leggur dent á, at talan er um eitt fólksligt jólatiltak, har bæði børn og vaksin eru hjartaliga vælkomin.
Skráin fyri móttøkuna í Dansifrøi fríggjadagin, 27. november 2015, kl. 15.00-18.00
15:15 Vælkomin
15:20 Um Norðurlendsku Umhvørvisvirðislønina – sjónvarpsinnslag
15:25 Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu
15:30 Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur røðu
15:35 Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, heldur røðu
15:40 Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, heldur røðu
16:00 SEV letur Pálshøll virðislønina – sjónvarpsinnslag
16:05 Hákun Djurhuus, stjóri í SEV handar nevndarformanninum í
Pálshøll, John Henrik Holm, virðislønina á 350.000 kr.
16:10 Tórshavnar manskór syngur
17:00 Lena Anderssen, Niclas Johannesen og Finnur Hansen framføra
18:00 Móttøkan endar