SEV gjørt sáttmála um Eiði 2

Leiðslan í SEV og leiðslurnar í MT Højgaard Føroyar og J & K Petersen Contractors undirskrivaðu seinnapartin sáttmála, sum setir skjøtil á Eiði 2

Seinnapartin skrivaðu leiðslan í SEV og leiðslurnar í MT Højgaard Føroyar og J & K Petersen Contractors undir ein sáttmála, sum setir skjøtil á Eiði 2. Talan er um norðara part av Eiði 2, sum sambært sáttmálanum kostar 44,4 milliónir krónur. Arbeiðið fer í gongd fyrst í komandi ári.

Norðari partur av Eiði 2 fevnir um at leingja tunnilin, sum gongur úr Eiðisvatni suður um Norðskálatunnilin vestarumegin á Eysturoynni. Tunnilsstrekkið úr Eiðisvatni gongur sum er 6,6 kilometrar suðureftir, og tað skal leingjast 2,5 kilometrar upp í 9,1 kilometrar. Tunnilin endar sostatt í fyrstu atløgu ein hálvan kilometur sunnan fyri munnan á Norðskálatunlinum. Sáttmálin fevnir eisini um at gera ein vegatein oman til eitt arbeiðspláss skamt niðan fyri munnan á Norðskálatunlinum.

Tá norðari partur av Eiði 2 er liðugur, verður mett, at framleiðslan á Eiðisverkinum økist 10 prosent - úr 40 milliónum kilowatt-tímum upp í góðar 44 milliónir kilowatt-tímar um árið.
Seinni er ætlanin at halda fram at bora tunnilin níggju kilometrar afturat suður til Selatraðar, um Yvirfriðingarnevndin gevur loyvi til tað, tá árinskanningarnar eru gjørdar.

Tíl staðar á fundinum, tá sáttmálin var undirskrivaður,  vóru: Christian M. Lewinsen fyri MT Højgaard Føroyar, John Petersen og Eyðfinn Lenvig frá J & K Petersen Contractors, Hilmar Jacobsen frá Landsbyggifelagnum, Henning Jacobsen frá Sp/f HPJ, Leivur Hansen, Poul Arni Jacobsen, Hákun Djurhuus, John P. Danielsen og Ingeborg Godtfred umboðandi SEV, og Kári Durhuus frá Sp/f Fjølvinnu.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking