SEV ger avtalu við svensku fyritøkuna Minesto um royndir við sjóvarfalsorku í Føroyum

SEV ger avtalu við svensku fyritøkuna Minesto um royndir við sjóvarfalsorku í Føroyum
Royndarverkætlan í Vestmannasundi

Minesto er av fremstu mennarum innan havorkutøkni, og samstarvsavtalan snýr seg um uppseting av tveimum Minesto Deep Green 100 turbinum, umframt, at SEV hevur bundið seg til at keypa orkuna, sum turbinurnar framleiða.

“Vit eru sera fegin um at hava skrivað undir hesa avtaluna við SEV, sum er ein framkomin samstarvspartur við slóðbrótandi ætlan um orkuskifti og við sjóvarfalsorku í heimsflokki. Við tøknini hjá Minesto fer at bera til hjá teimum at leggja afturat støðuga og bíliga burðardygga orku, sum kann gerast ein týðandi partur í skiftinum hjá Føroyum til 100% burðardygga elorku á landi í 2030” sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

Samstarvsavtalan millum Minesto og SEV umfatar uppseting, verkseting og rakstur av tveimum eindum av Minesto DG 100 modellunum, sum eru partar av Deep Green. Deep Green er serstøk tøkni við undirsjóvardrekum. SEV hevur bundið seg til at keypa elorkuna, sum verður framleidd av sjóvarfalsorkuturbinunum.

SEV bindur seg harumframt til at veita neyðuga undirstøðukervið, eitt nú netsamband, umframt at útvega neyðug loyvi. Fyrireiking av royndarøki er byrjað í Vestmannasundi.

Samstarvið er fyrsti partur av eini størri ætlan at taka við enn størri nøgdir av sjóvarfalsorku frá Green Deep tøknini til føroysku samansetingina av burðardyggari elorku, tvs. Umleið 30-70 MW installeraðum framleiðslumátti. Føroyar hava sett sær fyri at røkka 100% burðardygga elorku á landi í 2030, íroknað flutning og upphiting av bústøðum.

“Sum avbyrgt oyggjasamfelag hava vit ikki møguleika at keypa elorku frá grannalondum okkara. Vit hava fyri neyðini sjálvi at skapa møguleikarnar fyri eini burðardyggari framtíð, og arbeiða vit í SEV tí støðugt við at tillaga koyriætlanina fyri at røkka málinum um 100% burðardyggari elorku á landi. Saman við ráðgevarafelagnum Rák hevur SEV í eitt ár arbeitt við at kanna rákviðurskiftini í Føroyum, tí sjóvarfalsorka á einum rímiligum kostnaðarstøði kann vísa seg at verða ein týðandi partur av samansetingini. Vit síggja fram til at kanna hesar møguleikar nærri saman við Minesto og teirra slóðbrótandi tøkni, sum framleiðir elorku úr sjóvarfallinum”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Uppseting af fyrstu Deep Green 100 turbinuni verður væntandi seint í 2019 ella tíðliga í 2020, og seinna turbinan verður uppsett í 2020. Verkætlanin er fíggjað partvíst av Minesto og SEV og partvíst av almennum grunnum.

Um Minesto

Minesto er svensk fyritøka, sum mennir havorkutøkni, og sum hevur til endamáls at minka um umhvørvisávirkanina, sum orkuídnaðurin hevur á heimin. Hetta við at menna møguleikar at vinna orku úr havinum. Minesto hevur patent uppá og hevur vunnið virðislønir fyri Deep Green tøknina.

Sí film um sjóvarfalsdrekarnar hjá Minesto

Nærri kunning um Minesto


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking